Petur Zachariassen fyllir sjeyti
Petur Zachariassen, ella Petur Z sum hann ofta kallar seg sjálvan, hevur 70 ára føðingardag tann 10. mars 2014. Petur telist millum undangongufólkini í føroysku universitetssøguni.
Í 1972 varð náttúruvísindaliga Støðisútbúgvingin sett á stovn á Setrinum, og varð Petur knýttur at henni við undirvísing í støddfrøði. Samstundis var hann lærari í støddfrøði á Føroya Studentaskúla. Tvey ár seinni, í 1974, varð hann settur í fulltíðarstarv á Støðisútbúgvingini (seinni Náttúruvísindadeildini) sum lektari í støddfrøði.
Í sínum starvi er Petur fakliga breiður. Hann er støddfrøðingur, fyrst og fremst hagfrøðingur. Hann hevur verið nógv eftirspurdur í ráðum í eini røð av verkætlanum, har serfrøði innan hagfrøði hevur tørvað.
Petur hevur stóran áhuga fyri møguleikunum, ið eru í kunningar- og samskiftistøkni. Hann hevur havt mangar álitisuppgávur á tí økinum, bæði innan- og uttanseturs. Í 1994 hevði hann ein virknan leiklut í at útvega føroyingum internetsamband. Tað var í sonevndu Sleipnir-verkætlanini, sum legði lunnar undir internetsambandið hjá skúlum í Føroyum og stovnum á Debesartrøð. Internetsambandið var latið upp í januar 1995.
Sum flestum kunnugt hevur Petur havt leiðsluuppgávur á Setrinum. M.a. hevur hann í nøkrum umførum verið leiðari av Náttúruvísindadeildini. Tá Setrið var skipað bygnaðarliga við rektara á odda, varð Petur valdur sum fyrsti rektari á stovninum. Rektaraskeiðið var frá juni 1987 til desember 1990.
Nú Petur fyllir sjeyti, er hann framvegis í starvi sínum á Náttúruvísindadeildini.
Vit ynskja Peturi hjartaliga til lukku við føðingardegnum og alt tað besta í komandi døgum.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...