Ph.d.-verja: Verjurøða ummælarans
19. mars klokkan 13 fer Paula Gaard at verja sína ph.d.-ritgerð, sum eitur "Verjurøða ummælarans - sjálvsmyndan í føroyskum bókaummælum 1997-2007"
Ph.d.-ritgerðin "Verjurøða ummælarans – sjálvsmyndan í føroyskum bókmentaummælum 1997-2007" eftir Paulu Gaard viðger ummæli av føroyskum føgrum bókmentum, sum eru skrivað í føroysk bløð og tíðarrit.
Ritgerðin kannar ummælini í einum tíðarskeiði í føroyskari ummælarasøgu, tá ummælaravirksemi framvegis var savnað á einum mentanarpalli, sum var einfaldur, tí at tað, sum varð skrivað um bókmentir, var savnað í bløðum og tíðarritum, áðrenn Facebook, bloggar og aðrir sosialir miðlar gjørdu, at ein og hvør kundi skapa sær sín egna pall og siga sína hugsan um bókmentir.
Kanningin greinar ummælini út frá ástøði um tekstslagið. Dentur verður lagdur á at kanna, hvussu ummælarin skapar sær mentanarligan myndugleika í tekstinum, bæði innihaldsliga við at hyggja at, hvussu hann skapar sær myndugleika við at seta bókmentirnar í bókmentaligt høpi o.s.fr, og tá tað kemur til diskurs ella retorikk, hvussu hann setir sín egna persón á pall í ummælinum og soleiðis skapar sær eina sermerkta rødd.
Higartil hava ummæli í mestan mun verið kannað sum hjálpartekstir í bókmentagranskingini, ikki minst bókmentasøguskriving og sum heimild um, hvussu bókmentirnar hava verið móttiknar í sínari samtíð.
Í hesari ritgerð verður fokusið skift, og ummælið verður viðgjørt sum tekstur í sjálvum sær ikki bara formliga, innihaldsliga, málsliga og stíli viðvíkjandi, men eisini sum tekstslag og sum parallellsøga hjá bókmentasøguni.
Ummælið verður sett fram sum tekstur við eins stórum listarligum potentiali og aðrir fagurbókmentaligir tekstir, sum eitt breitt og vítt fevnandi tekstslag, ið liggur á markinum millum ymiskar siðvenjur og letur upp fyri alskyns møguleikum, bæði tá tað kemur til at bera boðskapir av ymiskum slag, at føra fram egin áhugamál, og tá tað kemur til kreativa skriving.
Tíðarskeiðið 1997-2007 verður lýst sum eitt lívligt tíðarskeið í føroyskari ummælissøgu, har lutfalsliga nógv og fjølbroytt ummæli eru skrivað, ið endurspegla bókmentaligar streymar og spenningar millum skaldskaparhugsjónir í samtíðini.
Henda kanning kallar á framhaldandi gransking, sum kann leggja støði undir eina føroyska ummælissøgu.
Kanningin av tíðarskeiðinum 1997-2007, tíðini sum leiðir upp til okkara talgildu tíð, har almenni pallurin syndrast og verður avloystur av ymiskum nýggjum pallum, vekur eisini nýggjar spurningar, sum bíða eftir at verða svaraðir: Broytist ummælið sum tekstslag, tá tað flytur úr bløðunum og yvir á bloggar og sosialar miðlar, og trína nýggjar ummælaratypur á henda nýggja, broytta bókmentapallin?
Ph.d.-verjan verður í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn tann 19. mars klokkan 13:00. Verjan er almenn, men eftir koronuleiðreglum, og hon verður somuleiðis á zoom. Leinki verður kunngjørt her á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetrinum, tá tað nærkast.
Paula Gaard hevur verið inskrivað á Føroyamálsdeildini undir arbeiðinum. Turið Sigurðardóttir var vegleiðari, og Ástráður Eysteinsson hjávegleiðari. Granskingarráðið og Fróðskaparsetrið hava fíggjað ph.d.-verkætlanina.
Almennir andmælingar verða Dagný Kristjánsdóttir, professari, Erik Skyum-Nielsen, lektari og Malan Marnersdóttir, professari.
Ritgerðin liggur frammi og kann lesast á bókasavninum á Føroyamálsdeildini í V. U. Hammershaimbs gøtu 22 og á Landsbókasavninum í J. C. Svabosgøtu 16.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...