![](https://setur.cdn.fo/savn/6029/sjóvinnuhúsið.jpg?width=624&height=350&rmode=crop&s=JXLcyGADZVEUCVlgDUMrA3O8BpQ)
Ph.d.-skeið: Akademisk skriving á enskum fyri granskarar
7.-9. juni 2023 verður ph.d.-skeið í akademiskari skriving fyri granskarar. Umsóknarfreist er 14. apríl
Skeiðið hevur til endamáls at betra um førleikarnar hjá luttakarunum effektivt at skriva akademisk granskingargrundað handrit, sum lúka góðskukrøvini hjá akademiskum útgevarum, tá tað ræður um málsligan stíl og innihald.
Luttakararnir skulu hava lokið masternám. Skeiðið er fyri granskarar, ið eru í gongd við granskingargrundaða skriving uttan mun til, um granskingarøkið er hugvísindi, samfelags- ella náttúruvísindi.
Áðrenn skeiðið skulu luttakarar lata inn dømi við egnum teksti, sum verður tikin við sum skeiðsinnihald.
Lesið skeiðslýsingina her.
Skeiðið gevur 3 ECTS-stig.
Lesið vegleiðingina um skeiðið her.
Kostnaður: kr. 3.000
Umsóknarblað er her.
Umsóknarfreist: 14. apríl 2023.
- 12.07.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinTekna teg til gott stakskeið í lóg og leiðsluSøk um pláss á spennandi masterskeiði í Lóg og Leiðslu áð...
- 12.07.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinKom á stakskeið í búskaparstýring fyri leiðararSøk um pláss á spennandi masterskeiði í búskaparstýring f...
- 12.07.2024 SetriðNýggi bygningurin hjá Setrinum verður nú projekteraðurLandsverk hevur skrivað undir ráðgevarasáttmála við Henni...