Ph.d.-skeið fyri núverandi og komandi granskarar
Í november verður ph.d.-skeið um stóra týdningin, ið refleksivitetur hevur fyri fyrireiking, útinning og greining av granskingarúrslitum
Søgu- og samfelagsdeildin á Setrinum verður 23. og 24. november karmur um spennandi ph.d.-skeið, sum er ókeypis fyri lesandi á Setrinum og Ålborg Universiteti, og sum kostar 1000 krónur fyri onnur, ið hava áhuga.
Skeiðsluttakarar kunnu fáa trý ECTS-stig við at luttaka á skeiðinum og lúka treytirnar fyri innlatingum.
Málbólkurin er ph.d.- og masterlesandi, sum ætla sær ella eru farin undir at fyrireika eina ph.d.-verkætlan í samfelagsvísindum ella hugvísindum. Lesandi skulu hava lokið masternám ella vera um at koma á mál við náminum.
Tríggir undirvísarar vera á skeiðnum, sum varar í hálvanannan dag, og sum verður skipað sum verkstova.
Undirvísarar eru Helene Pristed Nielsen, Erika Hayfield og Firouz Gaini.
Meira enn ein fluga
Endamálið við skeiðnum er, at vísa á og kjakast um týdningin av refleksiviteti, bæði tá ið úrslit av arbeiði á økinum skal leggjast til rættis, útinnast ella greinast. Vit leggja dent á at vísa, at granskarar ikki bert eru ”flugan á vegginum” í feltarbeiði.
Hetta verður gjørt við at kjakast um bókmentir, við fyrilestrum og við egnari umhugsan um viðurskifti á økinum. Arbeitt verður við, hvussu slíkt tilvit um egna støðu í feltinum kann hugsast inn í samlaðu granskingargongdina, frá sniðgeving av kanningini, innsavning av tilfari, greining og at enda miðlan av úrslitunum.
Áðrenn skeiðið skulu umsøkjarar lata inn grein við undanrefleksión (tríggjar síður) um sína gransking ella planlagda gransking . Hendan grein skal skrivast á annaðhvørt donskum ella enskum. Lesandi leggja greinar sínar fram og viðgera síðani framløgurnar. Undirvísararnir geva afturmelding um framløgurnar og greinarnar, og tá skeiðið er lokið, kunnu lesandi tillaga greinarnar eftir afturmeldingini. Gera lesandi hetta seinasta, fáa tey eitt ECTS-stig aftrat og fáa sostatt trý ECTS-stig tilsamans fyri skeiðið.
Skeiðið fevnir um hesi høvuðsevni:
- At kanna sambandið millum ítøkiliga feltarbeiðið og meira ástøðiligu og háttlagsligu hugsanirnar.
- At viðgera spurningar hjá einstøku skeiðsluttakarunum og egnu støðu teirra í mun til luttakarar í kanningum, og hvussu háttalagslig umhugsan skapar fortreytir fyri at framleiða kvalitativt tilfar.
- At kanna, hvussu vit sum einstaklingar hava okkara egnu serstøku støðu í mun til evnini, sum verða kannað, og økini, sum spurt verður um.
- At kjakast um, hvat ein etisk álítandi kanning er, og hvussu komast kann fram til greiningarúrslit, sum eru viðkomandi fyri fólkini ella stovnarnar, hvørs veruleiki verður kannaður.
- At kjakast um og umhugsa, hvussu sambond kunnu flyta seg ella broytast gjøgnum kanningargongdina, hvussu sambond í feltarbeiði kunnu skipast, og hvussu arbeiðast kann við teimum gjøgnum kanningargongdina.
Tað merkir, at luttakarar skulu leggja fram og kjakast um framløgur. Harumframt fevnir skeiðið um nakrar stuttar fyrilestrar um refleksivitet og feltstøður, sum eru ætlaðir til íblásturs. Luttakarar skulu lata inn tríggjar síður við umhugsanir um gransking og felt arbeiði áðrenn skeiðið byrjar. Tær hugsanirnar verða nýttar til at seta saman bólkar, sum skulu gera bólkaarbeiði á verkstovuni.
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi verður før/-ur fyri at:
- Lýsa og meta um fortreytirnar fyri at gera kvalitativt feltarbeiði og serliga umhugsa kritiskt, hvørja ávirkan tað hevur, at granskarin hevur samband við feltið.
- Staðfesta og reflektera um sambond millum háttalagsligu og ástøðiligu karmarnar, sum arbeitt verður við.
- Meta um sína egna støðu í sambandi við granskingarluttakarar og hugsa um, hvussu hetta samband ávirkar ítøkiliga feltarbeiðið.
- Greiða frá og kjakast um, hvussu egnar háttalagsligar umhugsanir skapa fortreytirnar fyri at framleiða kvalitativt tilfar.
- Greiða frá og kjakast um etisku síðurnar av háttalagnum og framleiðsluna av vísindaligari vitan í heila tikið.
Bókmentalisti verður útflýggjaður, áðrenn skeiðið byrjar.
Lesið skeiðslýsingina her.
Umsóknarfreist er 23. oktober 2021.
Umsókn skal sendast til: Sigrid Joensen, sigridj@setur.fo
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...