Skriva út
Ph.d.-skeið í epidemiologi hildið
Depilin fyri Heilsu- og almannagransking hevur hesa vikuna hildið ph.d.-skeið í epidemiologi: "Basic principles of epidemiology".
15 phd-lesandi og aðrir granskarar hava luttikið, og av hesum var ein phd-lesandi úr Íslandi, frá "University of Reykjavík".
Undirvísarar á skeiðnum eru Sjúrður Fróði Olsen, sum er yvirlækni á Statens Serum Institut og adjungeraðurprofessari á Harvard School of Public Health og Marin Strøm, lektari í Heilsuvísindi á Fróðskaparsetrinum.
Skeiðið, sum gav 3 ECTS point. er fyriskipað í samstarvi millum Landssjúkrahúsið og Fróðskaparsetrið og er tað fyrsta av slíkum skeiðum, ið Depilin fyri Heilsu- og Almannagransking heldur. Yvirlækni, ph.d. og adjungeraður lektari á Fróðskaparsetrinum, Shahin Gaini, var stigtakari og ábyrgdari av skeiðnum
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...