Skriva út

Ph.d.-styrkur um sosialpolitikk í Føroyum

Fróðskaparsetur Føroya bjóðar, í samstarvi við Depilin fyri Heilsu- og Almannagransking, Almannaverkið og Erhverv (ISE), Roskilde Universitet, út ph.d-verkætlanina "Sosialpolitikkur í Føroyum".


Verkætlanin hevur serligt fokus á, hvørja ávirkan virknistiltøk hava á arbeiðssøkjandi.

Talan er um ph.d.-verkætlan, sum skal setast í gongd 1. februar 2018 ella skjótast gjørligt eftir hetta.

Heitið fyri ph.d.-verkætlanina er: "Sosialpolitikkur í Føroyum".

Tú verður innskrivað/ur sum ph.d.-lesandi bæði á Fróðskaparsetrinum og á ISE/RUC. Hetta merkir samstundis, at tú, um tú stendur, fært samansett ph.d.-prógv frá báðum universitetum.

Ph.d.-starvið er tíðaravmarkað til 3 ár (eftir AC-sáttmála). Talan er um setan fulla tíð, sum er 37 tímar um vikuna.

Setanartreytin er eftir “Cirkulære om overenskomst for Akademikere i staten og Cirkulære om protokollat om visse ansættelsesvilkår for videnskabeligt personale ved universiteter”

Nærri kunning fæst https://ruc.dk/phdstipendier