Ph.d.-verja hjá Hans Harryson
Mikudagin 27. juni 2018 fer Hans Harryson at verja ph.d.-ritgerð sína í Auluni á Námsvísindadeildini.
Evnið fyri ritgerðini er:
Den pædagogiske diskurs i læreruddannelsen - formål, indhold og undervisningsmetoder. En komparation af læreruddannelserne HSN, Drammen, VIA, Aarhus og HÍ, Reykjavik.
Samandráttur av ritgerðini á enskum kann lesast HER
Hans Harryson hevur seinastu gott trý árini arbeitt við hesi verkætlan á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hans, sum frammanundan er námslektari á Námsvísindadeildini, byrjaði arbeiðið við síni ph.d. í september í 2014 og lat ritgerðina inn marts í ár. Ph.d.-verkætlanin, sum er fíggjað av Fróðskaparsetri Føroya og Granskingarráðnum, er tað, sum verður kallað “joint degree”, sum er ein avtala millum Århus universitet og Fróðskaparsetur Føroya.
Høvðusvegleiðari hevur verið Jens Rasmussen, professari á DPU, Aarhus Universitet og hjálparvegleiðari hevur verið Firioz Gaini, Fróðskaparsetur Føroya
Í metingarnevndini sita:
- Per Fibæk Laursen, professari á Danmarks institut for Pædagogik og Uddannelse (DPU) við Aarhus Universitet (formaður)
- Elsebeth Jensen, útbúgvingarleiðari á VIA University College
- Elaine Munthe, professari á Fakultet for utdanningsvitenskap og humaniora við Universitetet i Stavanger
Verjan, sum er almenn, verður sum nevnt í Auluni á Námsvísindadeildini mikudagin 27. juni 2018 og byrjar stundisliga kl. 13.
Ph.d.-ritgerðin liggur alment frammi á Landsbókasavninum.
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...