Ph.d.-verja hjá Kalpanu Vijayavarathan
Fríggjadagin 17. november fer Kalpana Vijayavarathan at verja ph.d.-ritgerð sína í Auluni á Námsvísindadeildini.
Evnið fyri ritgerðini er:
Teacher cognition of grade 8 teachers on teaching speaking in English as a foreign language in The Faroe Islands and its impact on teachers’ pedagogical praxis: seven case studies.
Samandráttur av ritgerðini á enskum kann lesast HER
Kalpana Vijayavarathan hevur seinastu gott trý árini arbeitt við hesi verkætlan á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Kalpana, sum frammanundan er námslektari á Námdvísindadeildin, byrjaði arbeiðið við síni ph.d.í august mánað í 2014 og lat ritgerðini inna 30 august í ár. Ph.d.-verkætlanin, sum er fíggjað av Fróðskaparsetri Føroya, er tað sum verður kallað “a joint degree”, sum er ein avtala millum Århus universitet og Fróðskaparsetur Føroya.
Høvðusvegleiðari hevur verið Susana S. Fernández, ph.d. og lektari á “Afdeling for Tysk og Romanske sprog” á Århus Universitet, meðan Birgit Henriksen, professari á “Institut for Engelsk, Germansk og Romansk" á Københavns Universitet, hevur verið hjávegleiðari.
Í metingarnevndini sita:
- Lektari Carmen Heine, Århus Universitet (formaður)
- Lektari Tore Nilsson, Stockholms Universitet
- Lektari Marie Christine Appel, UOC – Open University of Catalonia
Verjan, sum er almenn, verður sum nevnt í Auluni á Námsvísindadeildini fríggjadagin 17. november 2017 og byrjar stundisliga kl. 13.
Ph.d.-ritgerðin liggur alment frammi á Landsbókasavninum.
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...