Ph.d.-verja: Jóhannus Kristmundsson
Fríggjadagin 1. mars klokkan 13 fer Jóhannus Kristmundsson at verja ph.d.-ritgerð sína við heitinum “Real time Non-Invasive Salmon Monitoring in Offshore Fish Farms”
Verjan verður á Fróðskaparsetri Føroya í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn.
Ph.d.-verkætlanin er eitt samstarv millum Firum og Fróðskaparsetur Føroya, og Jóhannus hevur verið innskrivaður á Náttúruvísindadeildini á Setrinum.
Vegleiðarar:
Qin Xin, professari á Fróðskaparsetri Føroya
Øystein Patursson, stjóri í ráðgevarafyritøkuni RAO
John Potter, professari á Norwegian University of Science and Technology (NTNU)
Metingarnevnd:
Knud Simonsen, lektari á Fróðskaparsetri Føroya (formaður í metingarnevndini)
Martin Føre, lektari á Norwegian University of Science and Technology (NTNU)
Rubén González Crespo, professari á International University of La Rioja
Samandráttur:
Laksavinnan vil bøta um hættirnar, sum verða brúktir til eftirlit við tí, ið hendir niðri í aliringunum. Hetta er neyðugt fyri at skapa góða fiskavælferð í stríðnum fyri at nøkta vaksandi tørvin av aldum laksi til matna. Gott eftirlit við atburðinum hjá fiskinum kann geva innlit í, hvussu fiskurin hevur tað og kann virka sum ávaring, um eitthvørt ikki er, sum tað eigur.
Í hesari ritgerðini eru núverandi yvirvøkuhættir av alilaski í ringum kannaðir, og summir av hesum, til dømis undirsjóvarmyndatól og einkult-strálu-ekkolodd eru nýtt til at granska fiskaatburð. Ein nýggjur og sjálvvirkandi yvirvøkuháttur, ið brúkar fleirstrálað ekkolodd, er síðani mentur. Fyri at sjálvvirkandi síggja, hvar laksurin er í mátiúrslitunum, verður tilgjørt vit nýtt. Bygt á hendan yvirvøkuhátt varð ein kanning gjørd, har viðurskifti verða mátað, ið annars ikki áður hava borið til, so sum frástøða frá nót til fiskar og svimjitættleikin. Hesir yvirvøkuhættir skapa sera nógvar dátur, ið fyri at skapa nyttu skulu sendast til lands. Í síðsta partinum av ritgerðini verða samskiftisviðurskiftini fyri aliútgerð á sjónum greinað, fyri at hendan vitan kann koma til lands á álítandi hátt.
Grein I: Inniheldur eina kanning av núverandi yvirvøkuhættum
Grein II: Kannar, hvussu umhvørvið, m.a. alda og streymur, ávirkar atburðin á alilaksi og plássið í alinótini.
Grein III: Her verður ein framkomin yvirvøkuháttur, ið nýtir fleirstrálað ekkolodd og maskinlæring, mentur.
Grein IV: Her verða úrslit frá einum fleirstrálaðum ekkoloddi nýtt til at máta svimjiatburð á aldum laksi á sjónum.
Grein V: Her verða samskifitisviðurskiftini fyri yvirvøkuútgerð á alibrúki til havs kannað.
Saman skapa greinarnar í hesari ritgerðini eitt yvirlit og framstig av vitanini um yvirvaking av alilaksi.
Akademiski profilurin hjá Jóhannus Kristmundsson er her.
Verjan verður á enskum máli, og ritgerðin er tøk á Landsbókasavninum.
Verkætlanin er stuðlað av m.a. Granskingarráðnum.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...