Ása Jacobsen (2).JPG
PhD verkætlanin hjá Ásu Jacobsen er framd í samstarvi millum P/F Fiskaaling og Fróðskaparsetur Føroya.
Martin N. Simonsen
03.08.2020
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Ph.d.-verja: Kanning av møguligum orsøkum til gaping í laksi

Fríggjadagin 14. august kl. 13.00 fer Ása Jacobsen at verja ph.d.-ritgerð sína í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum

Á enskum ber ritgerðin heitið "Exploring potential causes of gaping in salmon (Salmo salar L.) fillets".

Ása Jacobsen hevur verið innskrivað á Nátturuvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya, har hon lat ritgerðina um gaping í laksi inn í februar í ár.

Laksur vaksandi týdning
Við støðugt vaksandi tali av heimsíbúgvum, og tørvi á djóra-proteinum til føði, er laksur vorðin ein alsamt meira týdningarmikil alifiskur. Aling á sjógvi krevur ofta minni av náttúrutilfeingi enn siðbundna framleiðslan av landbrúksdjórum, men hóast hetta eru ymisk viðurskifti, ið atlit má takast til. Tann vaksandi framleiðslan av laksi krevur, at átøk verða framd fyri at tryggja burðadygga menning.

Gaping
Gaping, sum er skilnaður av bindivevnaðinum frá løgunum av vøddum í flakinum, er ein góðskutrupulleiki, sum, hóast gransking og menning í nógv ár, enn er óloystur. Orsøkir og grundleggjandi mekanismur eru ókendar, og hetta er ein trupulleiki bæði fyri vinnuna og fyri burðadyggu menningina.

Í verkætlanini varð ávirkanin á gaping av vantandi reinsing av búkholuni hjá laksi eftir slátur kannað. Eisini varð kannað um samband var millum nøgd og bygnað av ávísum týdningarmiklum mýlum í bindivevnaðinum og gaping.

Metingarnevndin
Í metingarnevndini sita Dr. Phillip Pope, lektari á Norwegian University of Life Sciences, Dr. Samuel Martin, professari á University of Aberdeen, og Dr. Sissel Beate Rønning, granskari á NOFIMA (Norwegian Institute for Food Research), sum eisini er formaður í nevndini.

Vegleiðarar eru Svein-Ole Mikalsen, professari á Fróðskaparsetri Føroya, og Jonhard Eysturskarð, Fiskaaling/Bakkafrost.

Lesið ph.d.-ritgerðina her

Ein samandráttur á donskum og enskum er fremst í ritgerðini.

Til ber at fylgja við verjuni á youtube her og Zoom her (tendrast stutt áðrenn verjuna) 

Spurningar ex auditorio skulu antin sendast til Gunnar Restorff á gunnarr@setur.fo áðrenn fríggjadagin klokkan 12:00 ella stillast í Q&A forum í Zoom.