Ph.d.-verja: Marnar í eldin fríggjadagin
Fríggjadagin 9. september klokkan 13:00 fer Marnar Fríðheim Kristiansen at verja ph.d.-ritgerð sína um krabbameinsepidemiologi í Føroyum
Verjan er almenn og verður í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn á fjórðu hædd í Sjóvinnuhúsinum.
Granskingin hjá Marnari vísir, at krabbameinstíttleikin sum heild var lægri í Føroyum enn í Norðurlondum, men at deyðatíttleikin var á umleið sama stigi í kanningartíðarskeiðinum.
Gjøllari kanningar eiga at verða gjørdar av, hví føroyskir sjúklingar hava lægri yvirliving, sigur granskarin.
Til verjuna hjá Marnari Fríðheim Kristiansen eru hesir andmælingar:
Pál Weihe, professari og formaður í dómsnevndini.
Henrik Møller, professari, Dr.Med., leiðandi epidemiologur á RKKP í Danmark (Regionernes Kliniske Kvalitetsudviklings-program), professari í krabbameinsepidemiologi á Aalborg Universiteti, professari em. á King´s College í London.
Liesbeth Van Eycken, Dr. , leiðari á krabbameinsskrásetingini í Belgia.
Ritgerðin liggur frammi á Landsbókasavninum.
Lesið samandráttin av ph.d.-ritgerðini her.
Eitt eintak av ph.d.-ritgerðini liggur frammi á Landsbókasavninum.
Ph.d.-verjan verður stroymd her.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...