Ph.d.-verja v. Turið Hermanssdóttir: Fylgið stroyminum her
Mánadagin 12. juni klokkan 13:00 verjir Turið Hermannsdóttir sína ph.d.-ritgerð í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn. Verjan verður eisini stroymd her
Ritgerðin hevur heitið: “Reproductive manoeuvring - An ethnographic study about women’s abortion and other reproductive experiences in the Faroe Islands”.
Turið hevur verið innskrivað á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya og á IMT á RUC í Danmark.
Vegleiðarar hava verið Firouz Gaini, professari á Fróðskaparsetrinum, og Betina Dybbroe, professari á RUC.
Í metingarnevndini eru Erika A Hayfield, lektari á Fróðskaparsetrinum og forkvinna, Nicole Thualagant, lektari á RUC, Marcin Smietana, seniorgranskari á University of Cambridge, Stine Adrian, professari á Aalborg Universiteti og Nannu Schneidermann, lektari á Aarhus Universiteti.
Verjan verður á enskum og er almenn. Eisini verður hon stroymd, og leinki verður kunngjørt her seinni.
Ritgerðin liggur frammi á Landsbókasavninum.
Í føroyska samandráttinum av ph.d.-ritgerðini skrivar Turið Hermannsdóttir soleiðis:
Ætlanin við hesari ph.d.-ritgerðini, ‘Reproductive manoeuvring: An ethnographic study about women’s abortion and other reproductive experiences in the Faroe Islands’, er at kanna upplivdar reproduktivar royndir í avmarkandi politiska umhvørvinum viðvíkjandi fosturtøkum í Føroyum.
Hetta verður gjørt við drúgvum samrøðum við 20 kvinnur og etnografiskum innliti í føroysk viðurskifti.
Ritgerðin rakar beint inn í eitt heitt politiskt evni. Føroyska lógin um fosturtøku er ein gomul donsk lóg frá 1956. Í 2018 yvirtóku Føroyar málsøkið sambært galdandi reglum um politiskar yvirtøkur inn undir føroyskt ræði. Yvirtøkan elvdi til meira umfatandi kjak um lógina í samfelagnum sum heild. Hetta setti ferð á tað, eg kalli órógv í tí reproduktiva landslagnum. Hetta staðbundna órógvið hendi mitt í einum heimsumfatandi órógvi í reproduktiva politikkinum.
Vit síggja víðfevndar broytingar henda í rótfestum lógum um fosturtøku. Eitt nú varð liberala hægstarættaravgerðin frá 1973 í sakarmálinum hjá Roe móti Wade kolldømd, so at fosturtøka ikki longur er grundlógartryggjaður rættur hjá kvinnum í USA. Í Írlandi hendi øvut tað, at gamla avmarkingin av fosturtøkum í 2018 varð broytt við ógildingini av Eight Amendment, so at atgongdin til fosturtøku varð liberaliserað.
Mær vitandi er hetta fyrsta ph.d.-ritgerðin, sum kannar upplivdar reproduktivar royndir hjá kvinnum í Føroyum.
Ritgerðin er kortini eisini eitt íkast til ein longu vaxandi áhuga í royndum hjá kvinnum, foreldrastøðu og sosiala tvístøðu og umskapan (Ísfeld 2019; Gaini
2022b; Vang 2022; Djurhuus 2022; Í Skorini, Albinus, and Sølvará 2022).
Ritgerðin leggur serstakliga dent á røddina hjá kvinnunum og upplivdu royndir teirra.
Ástøðiliga styðjar ritgerðin seg til ástøði um borgaraskap og til antropologiskar og sosialvísindaligar greiningar av morali, holdgerð og kenslum. Hesa ástøðiligu
samansetingina haldi eg vera neyðuga, tí at reproduktivar royndir eru vavdar inn í “social, cultural, economic and political relations and forces” (Inhorn 2007, 10; Ginsburg and Rapp 1991), og tí at pinkusamfelagið avmarkar reproduktivu royndirnar og valmøguleikarnar hjá kvinnum á heilt serligan hátt.
Ritgerðin vísir, at kvinnur navigera í reproduktiva landslagnum fyri at nøkta sín reproduktiva tørv, samstundis sum tær ansa eftir og geva sínum reproduktiva borgaraskapi og sínum samfelagsliga tilknýti gætur.
Til at greina avbjóðingarnar hjá kvinnunum brúki eg eisini sjónarhornið um smá oyggjasamfeløg. Smásamfelagið og tøttu sambond tess leggja avmarkingar á reproduktivu royndirnar og valmøguleikarnar hjá kvinnunum.
Serstakliga verður í ritgerðini mælt til at brúka hugtakið ‘reproduktiv mannirering’, sum ber í sær umsitingina av egnum reproduktivum lívi. Hugtakið virkar sum felagsheiti fyri onnur heiti, sum eitt nú at navigera, at bjóða forðingunum av, at bróta reglur og at virka fyri broytingum við tí endamáli at skilja hesi heiti frá nýggjum sjónarhorni. Tað ger hugtakið í greiningini við at viðurkenna tað óansaða og tað ósagda. Hetta merkir, at hugtakið viðurkennir tvílyndi, stillføri, tøgn, ímyndingar og vónir sum galdandi stakpartar av reproduktivum lívi, royndum og vali.
Fyrsta vísindagreinin kannar staðfestu tøgnina um forsturtøku í lívi kvinnunar. Greinin rør uppundir, at tøgnin skal skiljast sum strategisk mannirering, tí tær eru staddar í tráanini at hoyra til í samfelagnum. Eg mæli kortini eisini til, at avgerðin hjá kvinnunum um at tiga undir avmarkandi umstøðunum setur kvinnurnar í tvístøðu um sína sjálvsfatan, og at kenslan av samhoyring í mesta lagi verður ein ‘tilgjørd samhoyring’.
Onnur vísindagreinin, skrivað saman við Prof. Emerita Betina Dybbroe, tekur støði í holdgjørdum borgaraskapi til at greina tættir av reproduktivum bogaraskapi. Greiningin
kemur fram til, at kvinnur fáa og varðveita reproduktivan borgaraskap gjøgnum sambond. Hildið verður fram, at við sambond meinast trúnaðarlig nærsambond, men eisini umvegis alkendar sagnir um til dømis ‘føroysku ommuna’. Niðurstøðan í greinini er, at reproduktivur borgaraskapur er áhaldandi eftiransaður, rættaður, royndur og avbjóðaður, og at hetta hendir í sínamillum samvirkan.
Síðsta granskingaríkastið kannar vánirnar fyri subjekt-posisjonering hjá kvinnum, sum hava fingið framt fosturtøku. Greiningin tekur støði í nýliga órógvinum í reproduktiva landslagnum. Komið verður fram til, at órógvið, ímyndað av atgerðarbólkinum Frítt Val – Fyri Fríari Abort, skapar rúm fyri hugmyndini av alternativari subjekt-posisjonering og uppfatan av persónsmenskuni. Haraftrat bendir greiningin á, at ímyndingin elvir til broytta persónsmensku.
Soleiðis umrøða hesi trý greinandi íkastini ávikavist, hvat ið tøgnin merkir í lívi og í livaðu royndum kvinnunar, hvussu sínámillum samvirkan tillagar reproduktiva borgaraskapin, og hvussu ímyndingar eru strategiskar og umskapandi. Greinaðu hugtøkini um tøgnina, um sínámillum samvirkanina og um ímyndingina varpa ljós á treytaðu og torgreindu livaðu reproduktivu royndirnar.
Hóast ritgerðin bæði tekur støði í og leggur dentin á frásøgdu livaðu royndirnar, so veitir hon eisini eina viðgerð av møtinum hjá kvinnunum við heilsuskipanina í hesi
norðurlendsku vælferðarskipanini við avmarkaðari atgongd til fosturtøku.
Ritgerðin viðger, hvussu sjálvsfatanin hjá kvinnunum sum virdir borgarar í eini framkomnari vælferðarskipan verður fløkt, tá tær rena seg ímóti avmarkaðu atgongdini til fosturtøkuviðgerð. Norðurlendsku vælferðaríkini eru mett at vera kvinnuvinarlig (Freidenwall 2015) partvíst tí, at meginreglurnar um “javnstøðu, samhuga og universalismu” (Lister 2009, 246) slóða fyri meira kynsjavnstøðu í samfelagnum.
Føroyskar kvinnur eru í tí tvístøðu at uppfata seg sjálvar sum nútímans og virdir borgarar í einum samfelag við javnari atgongd til sosialar tænastur, heilsu og møguleikar, men samstundis at hava avmarkaða atgongd til reproduktiva heilsuviðgerð og at skula “bidda” og ganga við “halanum millum beinini”, sum kvinnurnar siga. Ritgerðin leggur dent á tørvin á eini skipan av hugtøkum, sum fer út um karmin av at ‘velja’ fyri betur at skilja treytaðu og fløktu reproduktivu lívini og livaðu royndirnar. Aðrir granskarar hava eisini bent á hendan tørvin (Van der Sijpt 2014; Gammeltoft 2014), men hetta er mangan gjørt við støði í heilt øðrum høpi enn í norðurlendsku
vælferðarríkjunum. Soleiðis gevur hendan ritgerðin sítt íkast til menningina av eini alternativari skipan av hugtøkum við empiriskum tilfari frá eini norðurlendskari
vælferðaskipan.
Verkætlanin er stuðlað av Granskingarráðnum.
Les meira á PURE her.
Til ber eisini at fylgja verjuni á stroyminum her
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...