Ph.d.-verjan hjá Hans Andriasi Sølvará verður stroymað
18.02.2016
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Ph.d.-verjan hjá Hans Andriasi Sølvará verður stroymað

Søgufrøðingurin Hans Andrias Sølvará verður sjálvur søguligur í morgin fríggjadagin: Ph.d.-verja hansara verður stroymað, og hetta verður fyrsta ferðin, at ein ph.d.-verja á Fróðskaparsetri Føroya verður stroymað - tvs. varpað beinleiðis í livandi myndum her á setur.fo.


Fríggjadagin kl. 13.00 fer søgufrøðingurin Hans Andrias Sølvará at verja ph.d.-ritgerð sína um sambandið millum framkomuna av føroyskum politikki og viðurskiftini Føroya og Danmarkar ímillum árini 1906-1925.

Samstarvið millum londini bæði í hesum tíðarskeiði byrjaði í sátt og semju og endaði í ógvusligum ósemjum. Í ritgerðini leggur Hans Andrias Sølvará seg eftir at lýsa hesa gongdina og at greina, hví tað spældi so av.

Ph.d.-verjan verður stroymað - tvs. varpað beinleiðis í livandi myndum á hesi heimasíðu fríggjadagin 19. februar frá kl. 13.00, og tú finnur leinkið til stroymingina HER