Sunnvør (2).jpg
Hósdagin fer Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu at verja sína ph.d.-verkætlan um arvafrøðiligar kanningar av sild
Gunnar Restorff, virkandi dekanur
12.05.2020
Setrið Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Ph.d.-verjan hjá Sunnvør verður á zoom og YouTube

Hósdagin 14. mai kl. 13:00 fer Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu at verja ph.d.-ritgerð sína á zoom, og verjan verður eisini stroymd á YouTube

Ritgerðin kallast "Sequencing the North Atlantic herring (Clupea harengus) genome and development of a genetic stock management tool".

Leinki til stroymingina á YouTube er her.

Andmæli ex auditorio
Í seinasta parti av verjuni er andmæli ex auditorio.

Nú verjan er talgild, skulu slíkir spurningar antin sendast til formannin í próvnevndini, Tom Gilbert (tgilbert@sund.ku.dk), áðrenn 14. mai 2020 kl. 12:00 (føroyska tíð) ella skulu spurningarnir setast sum Q&A Inni á sjálvum zoom-webinarinum, ið verður her.

Spurningarnir skulu vera á enskum ella donskum.

Lesið ph.d.-ritgerðina hjá Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu her.

Eitt stuttur samandráttur á føroyskum og enskum er fremst í ritgerðini.