Eir í Ólavsstovu
01.03.2008
Skriva út

Ph.D. verjur á Fróðskaparsetur Føroya

Norðmenn hava arbeitt miðvíst við at økja um talið av Ph.D-ritgerðum. Í 2007 vórðu 1030 Ph.D.-ritgerðir vardar í Noregi.


Í hesum sambandi er tað áhugavert at síggja hvussu støðan er á Fróðskaparsetur Føroya. Tað er okkurt sum bendir á, at Ph.D eru blivnar fleiri, tí í tíðarskeiðinum frá 1997 og fram til 2007 eru bert 6 Ph.D. verjur á Fróðskaparsetrinum, meðan tað í 2007 vóru tríggjar og í 2008 vónandi verða 4 Ph.D. verjur.

Í 1996 var kunngerð um Ph.D. lestur lýst, sum heimilar Fróðskaparsetrinum at føra studentar fram til Ph.D. prógv.

Jóannes Dalsgaard vardi sum tann fyrsti Ph.D. ritgerð í mai 1997 við heitinum: ”Fylking 75 ár. Ein rannsókn av verkamannarørsluni á Tvøroyri og ein lýsing av málum, menning, skipan og úrslitum hennara – við denti á tíðarskeiðið 1915-1951.”

Andras Mortensen vardi 9.2.2001 Ph.D. ritgerðina: ”Hin føroyski róðrarbáturin. Sjómentir føroyinga í eldri tíð.”

Kirsten Brix vardi 14.6.2002 Ph.D. ritgerðina: "Dialog i Babelstårnet."

Erland Viberg Joensen vardi 21.3.2003 Ph.D. ritgerðina: "Lossingarmenn í Havn".

Jóannes Djurhuus vardi 6.6.2003 Ph.D. ritgerðina: "Analytical investigations of in-situ stresses and hydraulic induced borehole fractures".

Guðrun Gaard vardi 2.9.2005 Ph.D. ritgerðina "Far fram á Torg. Um ritverkið hjá Regini Dahl".

Bárður A. Niclassen vardi 2.4.2007 Ph.D. ritgerðina: "An operational wave model for the Faroe Shelf"

Høgni Hammershaimb Debes vardi 20.6.2007 Ph.D. ritgerðina: “Phytoplankton and Zooplankton Interactions on the Faroe Shelf”

Firouz Gaini vardi 11.12.2007 Ph.D. ritgerðina "Ungdómur. Miðlar, mentan & seinmodernitetur í Føroyum"

Í løtuni eru 6 ph.d. studentar innskrivaðir. 4 væntast at verja ritgerð sína í 2008.