Hans Pauli Joensen
26.05.2008
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Phoenix lent á Mars

Eftir at hava ferðast 680 milliónir kilometrar lendi NASA-rúmdarfarið Phoenix í øllum góðum á Mars kl. 23.53 GMT tann 25. mai.


Hetta skrivar heimasíðan hjá BBC. Lendingarstaðið er í 'arktiska' økinum á Mars, har vatn finst sum permafrost.

Phoenix varð skotin út frá Jørðini tann 4. august 2007. NASA sigur, at lendingin var perfekt.

Umborð á Phoenix er sera framkomin robott-útgerð, ið komandi tríggjar mánaðirnar skal brúkast til at taka ymiskar prøvar við og til at gera kanningar við.

Lív á Mars?
Eitt av endamálunum við Phoenix-verkætlanini er at finna út av, um líkindir fyri lívi kunnu vera á Mars. Kanningar fara at vera gjørdar av, um tíðarskeið hava verið, har bræðing hevur verið í permafrostinum. Orsakað av rørsluni hjá Mars kann hetta møguliga koma fyri í styttri tíðarskeið við 100.000 ára millumbili.

Í permafrost-økjum á Jørðini finnast mikrobur, sum liggja í dvala í frosti, men sum livna upp, tá ísurin bráðnar. Granskarar eru spentir uppá, um líknandi umstøður kunnu vera á Mars.

Keldur um Phoenix
Á internetinum verður dúgliga fylgt við Phoenix-verkætlanini. Her eru dømi um heimasíður: