30.06.2009
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Pilot Whaling in the Faroe Islands

Bókin Pilot Whaling in the Faroe Islands. History. Ethnography. Symbols hjá Jóan Paula Joensen, professara og rektara, er útkomin á forlagnum Fróðskapi - Faroe University Press.


Bókin, sum er 295 blaðsíður til støddar, lýsir grindadrápið úr einum søguligum og etnologiskum sjónarhorni frá landnáminum til í dag. Hon byggir á bæði eldri og yngri heimildir. Umframt søguligu og etnologisku lýsingarnar er eitt kapitul um, hvønn týdning grindadrápið hevur havt fyri føroyskan samleika og eitt kapitul um, hvørja fatan heimurin uttan fyri Føroyar hevur av grindadrápinum.

Í bókini eru nógvar myndir bæði í svørtum og hvítum og í litum.

Skrivað bókina hevur Jóan Pauli Joensen, professari og rektari á Fróðskaparsetrinum. Bókin er ognað minninum um faðir høvundans Petur Ola Joensen, sum andaðist í 1957.

Bókin er nummar 51 í røðini Annales Societatis Scientiarum Færoensis. Hon kostar kr. 295 í bókabúðunum.