30.07.2012
Altjóða Skrivstovan
Skriva út

Pisudagar 2012

Á hvørjum ári fara hundratals føroyskar pisur undir víðari lestur.


Hetta er ein sera spennandi tíð, ið krevur nógva fyrireiking, og sum eisini hevur nógvar spurningar við sær.

Tí skipa Eik, MFS (Meginfelag Foroyskra Studenta) og ASK (Altjóða Skrivstovan á Fróðskaparsetri Føroya) fyri Pisudøgum á hvørjum ári. Í ár verður eisini høvi at hitta umboð fyri Ráðgevingina fyri føroyingar í Danmark.

Tiltakið er ætlað tær, ið fer undir víðari lestur uttanlands, og endamálið er at geva tær høvi at seta spurningar, fáa góð ráð og tosa við onnur, ið eru í somu støðu sum tú, soleiðis at tú kemur so væl frá byrjan sum gjørligt.

Pisudagar 2012 eru fyriskipaðir soleiðir:

  • Mikukvoldið 1. august kl. 19.30 á deildini hjá Eik í Klaksvík
  • Hóskvoldið 2. august kl. 19.30 á Ungdómsdeildini hjá Eik í miðbýnum í Havn
  • Fríggjakvoldið 3. august kl. 18.30 á Miðnámsskúlanum í Suðuroy

Skrá

  • Holger Arnbjerg, ið hevur drúgvar royndir við at vegleiða lesandi, fer at greiða frá, hvussu tú kanst brúka ASK í sambandi við hægri lestur - bæði áðrenn og aftaná, at tú ert farin í gongd. Harafturat hevur hann nógv góð ráð um, hvussu tú kemur væl frá lestrarbyrjan.
  • Umboð fyri Eik geva tær góð ráð um fíggjarlig viðurskifti, m.a. hvussu tú stovnar eina NemKontu og týdningin av at leggja eina góða fíggjarætlan.
  • Umboð fyri MFS greiða frá ymiskum praktiskum viðurskiftum og hvussu tú sum lesandi kanst fáa gleði av MFS. Eisini verður høvi at práta við MFS-umboð úr ymsum londum.
  • Randi Johannesen, ið dagliga ráðgevur føroyingum í Danmark, gevur tær góð ráð um m.a. SU, skattafrádrátt, ferðaískoyti, lestrarstuðul og bústaðarviðurskifti.


Aftaná framløgurnar verða luttakararnir bólkaðir, alt eftir hvar tey fara at lesa. Í bólkunum verður høvi at tosa við onnur ung, ið eru/fara uttanlands í lestrarørindum og seta nærri spurningar til ASK, MFS, Eik og Ráðgevingina fyri føroyingar í Danmark.

At enda verður møguleiki at "mingla" og fáa sær okkurt leskiligt til góman