18.08.2011
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Pláss eftir á Føroyamálsdeildini

Nú er freistin farin fyri at boða frá hjá nýggjum lesandi, sum skulu byrja lestur á Setrinum fyri lestrarárið 2011/2012. Pláss eru enn eftir til at sleppa at lesa føroyskt .


Áhugaði kunnu seta seg í samband við Føroyamálsdeildina og fáa nærri kunning um hetta. Ringjast kann á tlf. 352520 ella fólk kunnu senda ein teldupost til fmd(at)setur.fo.


Treytirnar fyri upptøku til at lesa føroyskt er miðnámsprógv og góður karakterur í máli.

Til upptøkuna á hinum lærugreinunum hetta lestrarárið eru øll pláss fullsett.