Eftir lokið stakskeið skulu lesandi kunna greiða frá altjóða lóg, rættarkeldum, heimildum, stovnum og trætuskipanum. Myndin er av originalu Geneve-konventiónini (Foto: By Kevin Quinn, Ohio, US - Flickr, CC BY 2.0, https://commons.wikimedia.org/w/index.php?curid=359407)
24.08.2020
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin Skriva út
Pláss eru tøk at lesa altjóða lóg
Enn eru pláss tøk á stakskeiðinum at lesa altjóða lóg. Skeiðið er býtt upp í fleiri yvirskipað evni, sum saman eru bulurin í altjóða lóg
Hetta skeiðið er ætlað teimum, sum vilja hava innlit í altjóða lóg, har dentur er lagdur á sáttmálarætt og altjóðarættarkeldur og fullveldisríki.
Skeiðið er fyri lesandi á MA í lóg, og tí krevst bachelorprógv ella samsvarandi við nóg mikið av løgfrøði fyri at fáa pláss.
Eftirsum pláss enn eru tøk á stakskeiðinum, hevur Setrið gjørt av at leingja umsóknarfreistina til 28. august.
Undirvísingin byrjar 2. september, og Bjørn Kunoy, adjungeraður professari undirvísir.
Lesið meira her.
Tímatalva er her.
Umsóknarblað fæst her.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...