Plásstrot fær aling at bjóða alduni av
22.04.2013
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Plásstrot fær aling at bjóða alduni av

Ein stór avbjóðing liggur fyri framman, tí vit ynskja ala meira enn vit gera í løtuni.


Hetta er bert møguligt, um vit nýta økið longur úti, ella heilt uttanfyri firðirnar, har alingin nú fer fram. Skal hetta bera til, má meiri vitan fáast til vega um aldu- og streymviðurskiftini í slíkum økjum. Nøkur nýggj kanningarúrslit av alduviðurskiftunum eru nú tøk.

Samanbera vit Føroyar við størstu alitjóðirnar, Chile og Noreg, eru nakrir avgerandi munir. Tað fyrsta er sjálvandi støddin av londunum og mongdin av framleiddum alilaksi. Hesi londini eru harafturat landafrøðiliga vælsignað við nógvum stórum firðum, ið kunnu takast í nýtslu, um tey ynskja at ala meira. Vit ala harafturímóti longu á vardu økjunum, ið eru til taks og møta tí eini plásstrots-avbjóðing væl áðrenn okkara stóru kappingarneytar.

Les grein hjá Bárður A. Niclasen, lektari á Náttúruvísindadeildini, sum hevur staðið í Vikuskiftisblaðnum:

Plásstrot fær aling at bjóða alduni av