Skriva út
Poul F. Guttesen nýggjur útbúgvingarleiðari á Námsvísindadeildini
Poul F. Guttesen er settur sum nýggjur útbúgvingarleiðari fyri læraraútbúgvingina á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya.
Poul er útbúgvin gudfrøðingur. Hann hevur nomið sær útbúgving í USA og Kanada, og hevur skrivað ph.d. við University of St. Andrews. Poul hevur starvast á Fróðskaparsetrinum síðan á heysti 2008, og varð settur í starv sum lektari á Námsvísindadeildini í 2011.
Høvuðsundirvísingarøkini hjá Poul hava verið lívsáskoðan og siðalæra, vísindaástøði, kristni og átrúnaður. Granskingin hjá Poul í løtuni snýr seg um trúgv og lívsáskoðanir í almenna rúminum, sum t.d. á skúlum og stovnum.
Poul tekur við starvinum 1. mai 2018.
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...