Annika Sølvará
14.11.2007
Skriva út

Poul Johannes Lindberg 100 ár 14. november 2007

Sama dag sum Astrid Lindgren hevði fylt 100 ár, hevði ein hollur setursvinur eisini fylt 100 ár. Poul Johannes Lindberg, sum doyði 10. september 1999, var eisini føddur 14. november 1907.


Við testamenti dagf. 27.7.93 hevur Poul Johannes Lindberg, tilskrivað sjálvsognarstovninum Fróðskaparsetri Føroya húsaogn sína á Suðuroyavegi 3, at ráða yvir sbrt. galdandi ásetingum fyri stovnin, tó við ynski um, at húsini serliga verða nýtt sum gestabústaður til fólk úr øðrum londum, ið annaðhvørt lesa skeið á setrinum ella gera vísindaligar kanningar føroyskum viðurskiftum viðvíkjandi.

Poul Johannes Lindberg sýndi gjøgnum øll árini virksemi setursins áhuga á mangan hátt. Í 1970 lýsti Fróðskaparsetrið á fyrsta sinni við einari ritgerðakapping: Fiskaarbeiði í slupptíðini. Poul Johannes Lindberg var ein av luttakarunum og fekk 1. virðisløn fyri avbera gott handrit. Í kappingini 1974/75 um barnaspøl fekk hann 3. virðisløn, og í kappingini 1983/84 um ungmannafeløg fekk hann aftur 1. virðisløn.

Les meira um Lindberg Hús her