Professarafyrilestrar og Setursdagur tann 20 mai
16.05.2014
Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin Søgu- og samfelagsdeildin Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Professarafyrilestrar og Setursdagur tann 20 mai

Fróðskaparsetrið hevur í 2014 tilnevnt tveir nýggjar professarar. Teir eru Kári á Rógvi, professari í lóg, og Bogi Bech Jensen, professari í orkuverkfrøði.


Í hesum sambandi og til at hátíðarhalda ársdagin hjá Fróðskaparsetrinum verður skipað fyri almennum fyrilestrum í auluni á Námsvísindadeildini, á Frælsinum 20.

Har fara nýtilnevndu professararnir og onnur vísindafólk á Setrinum at greiða frá um teirra gransking og virki.

Tiltakið byrjar kl. 14.

Skráin fyri Setursdagin

  • 14.00 Rektarin bjóðar vælkomin
  • 14.10 Bogi Bech Jensen: Orka í Føroyum
  • 14.40 Hannes Gislason: Dátugreining, statistisk modellering og bioinformatikk
  • 14.50 Ása Róin: At gerast eldri í Føroyum
  • 15.00 Kaffisteðgur
  • 15.15 Kári á Rógvi: Lóg og træta í Føroyum sæð úr sjónarhorni brúkaranna
  • 15.45 Erika Hayfield: Kyn, arbeiðstíð og javnstøðu
  • 15.55 Noomi í Dali: Kreativitetur í læraraútbúgvingini
  • 16.05 Tiltakið endar