Professari í orkuverkfrøði
Nýsetti Hans Georg Beyer hevur drúgvar fakligar royndir úr fleiri londum
Tann 1. desember 2016 byrjaði Hans-Georg Beyer í starvi sum professari í orkuverkfrøði. Hann kemur higar úr professarastarvi á Universitetinum í Agder í Noregi, har hann hevur starvast síðan 2010 sum professari í varandi orku.
Frammanundan hevur Hans-Georg arbeitt á University of Applied Sciences in Magdeburg í Týsklandi og verið gestagranskari á Mines Paritech, Fraklandi, og verið gestaprofessari á Universidade Federal de Santa Catarina, Brasil. Hann hevur verið við til at útgivið meir enn 300 vísindaligar greinir um varandi orku og orkumeteorologi í monografium, tíðarritum og rástevnuritum.
Hans-Georg hevur drúgvar royndir við undirvísing og vegleiðing á øllum akademiskum stigum.
Meira kann lesast um Hans-Georg Beyer m.a. á heimasíðuni researchgate.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...