Professari: Purisma rúmkar um málið
At føroyingar sum heild taka undir við málsligari purismu, er ein av staðfestingnum í nýggjari bók eftir Jógvan í Lon Jacobsen, professara á Føroyamálsdeildini
- Eg havi altíð havt áhuga fyri purismu, og mong ár eru liðin, síðani eg fór at viðgera hana.
M.a. hetta segði Jógvan í Lon Jacobsen, professari, tá útvarpið í Kringvarpi Føroya í gjár setti honum stevnu at umrøða nýggju útgávu sína, "Purisma - føroysk orð ella orð í føroyskum", sum Fróðskapur júst hevur givið út.
Í bókini viðger hann málsliga purismu søguliga og samtíðarliga, og borðreitt verður við áhugaverdur úrslitum.
- Tá ið vit spurdu fólk, um vit eiga at gera nýggja orð fyri tøkuorðini, so svaraðu umleið tveir triðingar ja, sigur Jógvan í Lon Jacobsen, sum í mong ár hevur viðgjørt purismu og eisini arbeiðir við henni.
Jógvan í Lon Jacobsen er professari í føroyskum á Fróðskaparsetri Føroya og arbeiðir á Føroyamálsdeildini. Hann er mag.art. í norrønari filologi frá universitetinum í Keypmannahavn og dr. philos. frá universitetinum í Bergen við ritgerðini , "Álvaratos who cares - ein samfelagsmálvísindalig kanning av hugburði og nýtslu av tøkuorðum og nýggjum orðum í føroyskum".
Hann var ritstjóri á Føroyskari orðabók (1998) og ein av høvundunum í "Faroese - An Overview and Reference Grammar" (2004). Hann hevur skrivað bøkurnar, "Málmaðurin í útvarpinum 1-3" (2010-2013), umframt greinar í bøkur og tíðarrit.
Á Setrinum undirvísir Jógvan í Lon Jacobsen í málsøgu, samfelagsmálvísindum, orðabókafrøði, dialektologi og purismu.
Lurtið eftir samrøðuni í Kringvarpi Føroya við Jógvan í Lon Jacobsen her.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...