Prógvhandan 2018
Skriva út

Prógvhandan 2018

Fríggjadagin 22. juni var árliga prógvhandanin í Norðurlandahúsinum.


Fitt av fólki var komið saman í høllini í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 22. juni til hátíðarløtuna, har lesandi á Setrinum fingu handað prógv. Eisini vóru tey, ið hava fingið handað prógv síðani seinastu prógvhandan, hátíðarhildin. Tilsamans hava 123 lesandi fingið prógv á Setrinum síðani seinastu prógvhandan. 96 av hesum prógvum vórðu handað í Norðurlandahúsinum fríggjadagin.

Rektarin, Sigurð í Jákupsstovu, byrjaði við at bjóða vælkomin og bar síðan fram stutta røðu, ið kann lesast her. Eftir hann bar Rebekka Manuela Behrens fram røðu vegna tey lesandi. Røðan kann lesast her. Síðan framførdu Lea Kampmann og Vinjar Petersen tvey vøkur løg, áðrenn prógvini vórðu handað.

Eftir handanina bar ársins gestarøðari Atli Gregersen, stóri í Hiddenfjord, fram røðu, ið kann lesast her. Hátíðarløtan í høllini endaði við, at samkoman í felag sang "Landið, eg bar við mær inn um skúlagátt" eftir Karsten Hoydal. Aftaná var farið út í forhøllina til ábit og myndatøku.