Prógvhandan á Føroyamálsdeildini
Seinnapartin var hátíðarløta á Føroyamálsdeildini í V.U. Hammershaimbs gøtu í Havn í sambandi við ársins prógvhandan
Loftsstovan á Føroyamálsdeildini var í dag karmur um hátíðarhald, nú seinastu prógvini hesa lestrarhálvuna skuldu handast.
Bergur D. Hansen, dekanur, bjóðar vælkomin og takkar fyri lestrartíðina, sum nú er lokin. Hann helt eisini røðu og handaði teimum fyrrverandi lesandi prógvini
Randi Sundberg Michelsen, sum í dag fekk prógv sum BA í føroyskum, helt óføra røðu fyri samkomuni
Bólkurin Sway við Marionnu Winther Nagata, Daniu O. Tausen og Katrinu Olsen sang tríggjar sangir. Tær báðar seinast nevndu lesa á listaútbúgvingini á Føroyamálsdeildini
Vanliga er samlað og stór prógvhandan í Norðurlandahúsinum, men vegna koronuavmarkingar vóru prógvhandanirnar aftur í ár býttar sundur millum deildirnar á Setrinum. Her sita tey í Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini
Aftaná var ábit, prát og hugni
Síðani seinasta summar hava hesi staðið prógv á FMD:
BA í føroyskum: Randi Sundberg Michelsen, Bárður Skorheim Guttesen, Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg, Kristianna Thorkildshøj, Petur Markus Josenius Hammer, Kristfríð Tyril, Lena Fríðunn á Ørg.
MA í føroyskum: Lív Næs, Henry á Fríðriksmørk Borðoy og Barbara Marinardóttir.
Hjánám í føroyskum: Absalon Matras Sjúrðarson.
Ph.d. í bókmentafrøði: Paula Gaard.
Vit á Fróðskaparsetrinum ynskja tykkum øllum hjartaliga til lukku!
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...