Skærmbillede 2021-06-26 kl. 19.55.36.png
26.06.2021
Setrið Námsvísindadeildin
Skriva út

Prógvhandan á Námsvísindadeildini

Hósdagin 24. juni var prógvhandan á Námsvísindadeildini fyri kandidatum, sum hava lokið ískoytisútbúgving fyri námsfrøðingar og lærarar, master í vegleiðing og námsfrøðiliga útbúgving fyri lærarar á miðnámsskúlum, yrkisskúlum og vinnuskúlum

Seinasta árið hevur Fróðskaparsetrið útskrivað:

  • 13 prógv á ískoytisútbúgvingini fyri námsfrøðingar og lærarar
  • 4 prógv í master í vegleiðing
  • 11 prógv á námsfrøðiligu útbúgvingini fyri lærarar á miðnámsskúlum, yrkisskúlum og vinnuskúlum

Til prógvhandanina beyð Erla Olsen, dekanur, vælkomin. Katrin av Kák, undirvísari á Námsvísindadeildini bar fram røðu, og Laila av Reyni, umboð fyri tey lesandi, helt røðu, har hon m.a. kom inn á týdningin av einum góðum undirvísara. Prógvini vórðu handað av Chik Collins, rektara.

Við tað, at Vár í Ólavsstovu, sála, hevur havt ein so týdningarmiklan leiklut bæði á ískoytis- og námsfrøðiligu útbúgvinini, so mintust luttakararnir hana til prógvhandanina, og varð hon vakurt umrødd til haldið.

Chik Collins, rekari, og Erla Olsen, dekanur á Námsvísindadeildini

Ester Kristiansen og Harald Fonsdal Johannesen framførdu tónleik

Katrin av Kák, undirvísari á Námsvísidadeildini, helt røðu

Laila av Reyni, umboð fyri lesandi, helt røðu