Foto Studio.jpg
Øll kundu ikki møta til prógvhandanina í dag, men tey, sum fingu prógv, vóru Niels Johannesen, Andrias á Roykheyggi og Regin Lindenskov Hansen, Hannah Anthoniussen, Katrin Dánjalsdóttir, Anna K. Vestureið Thomsen, Hannes Lesch, Tjálvi Egilsson, Magni Reinert Petersen, Tummas Tórbjørnsson Sæbúð, Teitur Bentdsen, Petur Mikkelsen, Anna Maria Petersen, Jónvá Hentze og Allan á Argjagarði (Foto: Foto Studio og Judith M. Guttesen)
Judith M. Guttesen/Brynhild Thomsen
25.06.2021
Setrið Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Prógvhandan á NVD

Seinnapartin var Kongshøll á Vestaru bryggju karmur um summarsins prógvhandan á Náttúruvísindadeildini

Hans Pauli Joensen, dekanur beyð vælkommin, og røður vórðu síðani hildnar.

Hans Pauli Joensen, dekanur, er sjálvur lektari í alisfrøði

Jónrit Halling, útbúgvingarleiðari helt røðu fyri teimum, sum hava lokið prógv í lívfrøði, Benadikt Joensen, námslektari røddi fyri teimum, sum á fyrsta sinni fáa BSc-prógv í maskinfrøði, og Bárður A. Niclasen, útbúgvingarleiðari segði nøkur orð til tey, sum hava lisið orkuverkfrøði og orkuvísindi.

Bárður A. Niclasen, útbúgvingarleiðari, heldur røðu fyri bachelorunum, sum hava kannað og funnið svar uppá mangt áhugavert, nú tey hava gjørt sínar ritgerðir (sí tekstin niðanfyri)

Síðani var prógvhandan á skránni, og tað tók Chik Collins, rektari sær av

Lena Anderssen og Niclas Johannesen spældu nøkur løg, og hóast okkurt ólag á streyminum, so var tað alt so gott kortini

Eftir myndatøku gekk prátið óført í høllini, og okkurt ábit var at fáa

Tað, ið kom á skaftið

Ein bólkur av B.Sc.-lesandi í orku hevur nú staðið prógv, og mangir viðkomandi spurningar eru viðgjørdir í teirra bachelorverkætlanum, so sum er galdandi byggireglugerð tíðarhóskandi, hvussu fæst mest burtur úr nýggja biogasverkinum, hvat siga royndir og kanningar av jarðhitaboringum í Føroyum, hvør er rætta hitapumpuloysninh tá skift verður frá oljufýring, hvussu kann hydrogenframleiðsla nýtast sum orkugoymsla í el-skipanini, hvussu nógv tap er í fjarhitaskipanini í Havn, og hvussu tað avmarkast?

Jónvá Hentze, sum hevur staðið BSc í mýlalívsvísindum, hevur kannað skaðiligar algublómingar, sum annars eru eitt náttúrligt fyribrigdi. Í løtuni er onki eftirlit við skaðiligum algublómingum í Føroyum, men roynt verður uppbyggja eina eftirlitsskipan, har qPCR verður nýtt sum kanningarháttur. Endamálið við bachelorverkætlanini hjá Jónvá var at kanna møgulig staðbundin frábrigdi í sløgum av útvaldum skaðiligum algum, sum kunnu ávirka qPCR-eyðmerking og kvantifisering. Funnið varð, at qPCR í løtuni er ein av bestu eftirlitskanningarháttunum av mikroalgum, og framtíðar málið er at gera lokalar kanningarhættir fyri aðrar algur, sum eru skaðiligar fyri fisk og aðrar verur.

Allan á Argjagarði hevur eisini staðið BSc í mýlalívsvísindum, og hann hevur kannað silvurfisk. Tann vanligi silvurfiskurin (Lepisma saccharina) hevur verið til í 500 milliónir ár, men er lutfalsliga lítið kannaður. Arvastrongurin hjá silvurfiski verður mettur at hava áhugaverdar ílegur, so sum enzym, sum kunnu niðurbróta sellulosu. Endamálið við bachelorverkætlanini hjá Allani var at seta arvastrongin hjá silvurfiski saman við at brúka tveir ymiskar sekvenseringshættir, og dátur til at gera hetta vórðu fingnar til vega og greinaðar, og eru nú klárar at arbeiða víðari við.

Teitur Bendtsen hevur staðið BSc í havlívfrøði. Hann hevur kannað reinsifiskin, rognkelsi (Cyclopterus lumpus), sum verður brúktur til at basa lús í føroyskum alibrúkum. Men neyðugt er bøta um trivnaðin hjá rognkelsum, tí deyðiligheitin er stór. Endamálið við bachelorverkætlanini hjá Teiti var at kanna, hvørja ávirkan liturin á skjóli hevur á litskiftið hjá rognkelsum og at kanna, um rognkelsi velja ávísan skjól-lit fram um aðran. Tað vísti seg, at rognkelsi vístu mest áhuga fyri reyðum og svørtum skjólum. Tí er neyðugt at hugsa um eginleikan hjá rognkelsum at broyta lit alt eftir litinum á skjólunum, soleiðis at tey á besta hátt kunnu fjala seg í aliringunum.

Petur Mikkelsen hevur eisini staðið BSc í havlívfrøði og hevur somuleiðis havt rognkelsi undir luppinum. Rognkelsi verða ald, soleiðis at tey kunnu brúkast sum reinsifiskur í alibrúkum. Tað kann vera torført at meta um trivnaðin hjá rognkelsum bert við at kanna aldan fisk, og tí var endamálið við bachelorverkætlanini hjá Peturi, at samanbera, hvussu væl fyri ald rognkelsi eru, sammett við vill rognkelsi. Kanningin vísti, at trivnaðurin hjá villu fiskunum var betri, og hetta sást á konditiónsfaktorinum, litinum á livrini og tað, at eingin av villu fiskunum høvdu tóman maga.

Á fyrsta sinni eru BSc-prógv handað í maskinfrøði. Talan er um ískoytisútbúgving í verkfrøði fyri maskinmeistarar, og hon er normerað til 1¼ ár, sum svarar til 75 ECTS-stig. Útbúgvingin er fyri maskinmeistarar, sum ætla at arbeiða við verkfrøðingalíknandi uppgávum ella at halda fram at lesa til sivilverkfrøðing. Tríggir hava nú fingið prógv. Teir eru Andrias á Roykheyggi, Regin Lindenskov Hansen og Niels Johannessen.

Vit ynskja tykkum øllum hjartaliga til lukku!