Prógvhandan á Setrinum
18.06.2013
Søgu- og samfelagsdeildin Føroyamálsdeildin
Skriva út

Prógvhandan á Setrinum

Komandi fríggjadag tann 21. juni 2013 kl. 14 verða prógvini handað teimum, sum hava lokið útbúgvingar á Setrinum higartil í ár.


Talan er um bachelorar í søgu, stjórnmálafrøði og samfelagsvísundum, diplom í almannafyrisiting  og bachelorar við diplomi sum pedagogar og lærarar.

Harafturat verða øll fagnað, sum hava fingið prógv á Setrinum í lestrarárinum 2012-13.

Handanin er almenn og fer fram í høllini á Námsvísindadeildini á Frælsinum.

Aftaná verður ein drekkamunnur at fáa.