Prógvhandan á SSD
Fríggjadagin fingu lesandi prógv á Søgu- og samfelagsdeildini
Seinnapartin fríggjadagin var hátíðarhald á Fróðskaparsetrinum.
Á deildini í Jónas Broncks gøtu skuldu 17 lesandi hava prógv, og tað varð gjørt við røðum, tónleiki og ábiti aftaná.
Fimm fingu BA-prógv í søgu, tvey BA í sosialvísindum og samfelagsplanlegging, fýra BA í politikki og umsiting, fimm BA í búskaparfrøði og ein fekk MA-prógv í løgfrøði.
Harumframt hava 11 fingið prógv gjøgnum árið. Av teimum vóru trý MA-prógv í ávikavist løgfrøði, sosialvísindum og samfelagsplanlegging og søgu.
Vit ynskja tykkum øllum hjartaliga til lukku við úrslitinum!
Hans Andrias Sølvará, dekanur á Søgu- og samfelagsdeildini heldur røðu fyri studentum og teirra familjum. Avmarkað atgongd var samsvarandi almennu leiðreglunum um COVID-19
Ein stórur lætti og gleði. Hesi hava fingið BA-prógv í búskaparfrøði
Malena Snorradóttir Jensen fær BA-prógv í søgu
Kristian Joensen, námslektari, Bárður Larsen, útbúgvingarleiðari í løgfrøði, og Beinta Hilduberg, sum fekk MA-prógv í løgfrøði
Ólavur Jakobsen spældi gittar, og Birita Poulsen sang
So var ábit omaná
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...