![](https://setur.cdn.fo/savn/5698/ff_flag.jpg?width=624&height=350&rmode=crop&s=qunYkohSJfLmIPjmqTF4ABIpkcA)
Prógvhandan: Endabrestur í dag
Í dag er prógvhandan á Fróðskaparsetrinum við fimm ymsum tiltøkum á deildunum
Koronustøðan ger, at vit ikki kunnu hava felags prógvhandanartiltak fyri øll. Ístaðin skipa deildirnar fyri hvør sínum tiltaki fyri síni útbúnu.
Søgu- og samfelagsdeildin hevur prógvhandan í høllini á veghæddini í Jónas Broncks gøtu 25 frá klokkan 13:00 - 14:30.
Føroyamálsdeildin skipar fyri á Loftsstovuni í V. U. Hammershaims gøtu 22 frá klokkan 13:00 - 14:30.
Á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi verður tiltak í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju 15 frá klokkan 13:00 -14:30, og síðani, klokkan 15:00 - 16:30, verður prógvhandanin hjá Náttúruvísindadeildini sama stað, altso eisini í Kongshøll.
Námsvísindadeildin hevur tvey tiltøk í auluni á Frælsinum 20. Námsfrøðingar fáa prógv klokkan 10:00 - 12:00, og til lærarar klokkan 12:00 - 14:00.
- 12.07.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinTekna teg til gott stakskeið í lóg og leiðsluSøk um pláss á spennandi masterskeiði í Lóg og Leiðslu áð...
- 12.07.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinKom á stakskeið í búskaparstýring fyri leiðararSøk um pláss á spennandi masterskeiði í búskaparstýring f...
- 12.07.2024 SetriðNýggi bygningurin hjá Setrinum verður nú projekteraðurLandsverk hevur skrivað undir ráðgevarasáttmála við Henni...