Prógvhandan verður fríggjadagin 22. juni 2018
12.06.2018
Til lesandi Lestrarskrivstovan Setursskrivstovan
Skriva út

Prógvhandan verður fríggjadagin 22. juni 2018

Í summar fáa væntandi 95 lesandi prógv á Fróðskaparsetri Føroya. Av hesum fáa 73 bachelorprógv, 21 fáa masterprógv og 1 fær hjánámsprógv.


Talan er um 28 lærarar, 21 námsfrøðingar, 26 frá Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, 17 frá Søgu- og samfelagsdeildini og 3 frá Føroyamálsdeildini. Harumframt hava 27 lokið prógv síðani seinastu prógvhandan, og hesi verða eisini hátíðarhildin til prógvhandanina.

Í hesum sambandi verður prógvhandan fríggjadagin 22. juni kl. 10.00. Prógvhandanin verður í Norðurlandahúsinum eins og undanfarin ár. Tiltakið er alment, og skráin sæst niðanfyri.

Skráin:

10:00 Rektarin, Sigurð í Jákupsstovu, bjóðar vælkomin og heldur røðu

10:05 Umboð fyri tey lesandi heldur røðu – Rebekka Manuela Beherens

10:15 Tónleikur – Lea Kampmann

10.25 Prógvhandan                                           

11:10 Gestarøða – Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord

11:25 Prógvhandan liðug

11:30-13:00 Myndatøka