Prógvhandanin verður fríggjadagin 23. juni 2017
Í summar fáa 162 lesandi væntandi handað prógv í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 23. juni 2017.
Av hesum taka 151 bachelorprógv, 10 taka masterprógv og ein tekur hjánámsprógv. Talan er um 40 lærarar, 35 námsfrøðingar, 17 sjúkrarøktarfrøðingar + 43 sjúkrarøktarfrøðingar, ergoterapeutar og fysioterapeutar, ið hava tikið ískoytisprógv í sjúkrarøktarfrøði á bachelorstigi, 13 frá Søgu- og samfelagsdeildini, 3 frá Føroyamálsdeildini og 8 frá Náttúruvísindadeildini. Harumframt hava fleiri lokið prógv síðani seinastu prógvhandan, og verða hesi eisini hátíðarhildin til prógvhandanina.
Í hesum sambandi verður prógvhandan fríggjadagin 23. juni kl. 10.00. Prógvhandanin verður í Norðurlandahúsinum eins og undanfarin ár.
Tiltakið er alment, men av tí at plássið er avmarkað og øll, sum koma, mugu hava sess, verður heitt á tey lesandi um einans at hava tvey-trý avvarðandi við hvør.
Skráin:
10:00 Rektarin, Sigurð í Jákupsstovu, bjóðar vælkomin og heldur røðu
10:05 Umboð fyri tey lesandi heldur røðu – Bergur A. Dalsgarð
10:15 Tónleikur – JASMIN
10.25 Prógvhandan
11:10 Gestarøða – Jóhanna á Bergi, stjóri hjá Atlantic Airways
11:25 Rektarin takkar fyri og bjóðar til ábit
11:30-13:00 Myndatøka og ábit
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...