07.11.2012
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Próvdómaraskeið á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum

Dagarnar 8. og 9. novembur verður próvdómaraskeið hildið fyri uttan- og innanhýsis próvdómarum og kliniskum vegleiðarum innan sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingina.


Dagarnar 8. og 9. novembur verður próvdómaraskeið hildið fyri uttan- og innanhýsis próvdómarum og kliniskum vegleiðarum innan sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingina.

Endamálið er at styrkja fyritreytirnar hjá próvdómarunum at røkja próvdómarauppgávurnar á høgum førleikastøði.

Í høvuðsheitum skal ein próvdómari: 

-    Tryggja at próvtøkurnar eru framdar í samsvari við læruúrtøkur og onnur krøv, sum eru ásett í kunngerðum,  námskipanini o.ø.
-    Ansa eftir at lesandi fáa eina einsháttaða og rættvísa viðgerð, at teirra avrik fær eina álítandi og eftirfarandi meting, sum er í samsvari við reglurnar um próvtalagávu og aðrar reglur innan útbúgvingina
-    Vera við í viðgerðini av kærumálum
-    Geva ráð um góðskuna í útbúgvingini og um hon er hóskandi í mun til arbeiðsmarknaðin og framhaldandi lestur

Høvuðsinnihaldið á skeiðnum er:

-    Hvørjir førleikar krevjast til ein góðan próvdómara
-    Leikluturin og uppgávurnar hjá próvdómaranum áðrenn, meðan og eftir próvtøkuna
-    Metingin av avrikinum hjá lesandi
-    Lógargrundarlagið í sambandi við próvtøkuna

8. novembur er ætlaður próvdómarum í ástøðispartinum. Vegna tað, at høvi er hjá øðrum heilsustarvsfólkum at søkja ískoytisútbúgvingina, er hesin dagurin tvørfakligur.

9. novembur er ætlaður próvdómarum í kliniska partinum. Støðumet verður givið í klinisku útbúgvingini og hetta setur  øðrvísi krøv til próvdømingina enn til dømingina í ástøðisparinum. Tí verður hendan dagin serligur dentur lagdur á lærutilgongd og læruúrtøku.

Undirvísari er Birthe Kamp Nielsen. Hon er sjúkrarøktarfrøðingur og kandidatur í sjúkrarøktarvísindi. Hon hevur drúgvar royndir við útbúgving, undirvísing og menning av sjúkrarøktini og harafturat drúgvar royndir sum próvdómari.