Súsanna M. Mortensen
22.06.2011
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Próvhandan á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum

Próvhandanin á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum


Í gjár 20. juni fingu 2 lesandi á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum prógv sum sjúkrarøktarfrøðingar. Talan er um tær báðar Edith Andreassen og Thordis Reynstind, ið hava verið til prógvtøku uttanfyri vanliga tíð.

Umframt hesar hava 23 sjúkrarøktarfrøðingar lokið prógv í ískoytisútbúgvingini til Bachelor í sjúkrarøktarfrøði og fingu eisini hesi síni prógv í gjár.