07.08.2012
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Próvskeið í føroyskum

Fróðskaparsetur Føroya bjóðar aftur til heystar skeið í føroyskum. Her lærir tú at nýta málið sum amboð á ein góðan og fjøltáttaðan hátt, bæði í arbeiði og gerandislívi.


Skeiðið verður hildið í tíðarskeiðnum 11. september 2012 – 26. februar 2013, samanlagt 18 vikur. Skeiðsstaður er á Føroyamálsdeildin, V. U. Hammershaimbsgøta 16, Tórshavn. Undirvísing verður týsdagar frá kl. 16.00 til 19.15 og lærari verður Lena Reinert.   

Skeiðið er ætlað teimum, sum hava føroyskt á miðnámsskúlastigi ella samsvarandi. Næmingatalið er avmarkað. Próvtøka verður í endanum á skeiðinum.

Tilmeldingarskjal til skeiðið er her og er tilmeldingarfreistin 31. august 2012. Skeiðsgjaldið er kr. 3.000,00. Skeiðs- og próvtøkugjøld skulu flytast á konta 9870 – 428.097.1 í Suðuroyar sparikassa, viðmerkt navn og skeiðsheitið. Gjaldast skal í seinasta lagi við skeiðsbyrjan.

Upplýsingar um skeiðið finnast her. Eru spurningar ber til at ringja á tlf. 352500 ella skriva til setur(at)setur.fo.