Annika Sølvará
28.11.2007
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Próvskeið í føroyskum - tilmeldingarfreist 4.1.08

Á skeiðinum lærir tú at nýta málið sum amboð á ein góðan og fjøltáttaðan hátt í arbeiði og gerandislívi og tú fært betri fatan av føroyska málinum.


Skeiðið byrjar á Fróðskaparsetrinum, Jónas Broncks gøtu 25, 100 Tórshavn
14. januar og endar 16. apríl 2008 (12 vikur).
Próvtøkan verður 21. og 23. apríl 2008.

Undirvísing er mánadagar og mikudagar, báðar dagar kl. 15.15 - 17.30.

Skeiðið er ætlað teimum, ið hava føroyskt sum móðurmál og hava gingið í miðnámsskúla ella samsvarandi.

Lena Reinert er lærari.

Nágreiniligari upplýsingar og beinleiðis tilmelding eru undir Almenn Skeið. TIl ber eisini at taka tilmeldingarblaðið niður og senda tað til setursskrivstovuna. Tilmeldingarfreistin er 4. januar 2008. Næmingatalið er avmarkað; næmingar verða upptiknir, so hvørt tilmeldingarnar koma inn.

Tilmeldingargjaldið er 1.000 kr.

Fyri próvtøku í føroyskum gjalda næmingar 500 kr.

Fyrivarni verður tikið fyri møguligum broytingum.

FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA
Setursskrivstovan
J. C. Svabos gøta 14
Postrúm 272
110 Tórshavn