Pseudo-Coordinations in Faroese
Greinin "Pseudo-Coordinations in Faroese" er prentað í Multilingual Individuals and Multilingual Societies, og tað er John Benjamins, sum gevur út (2012). Hjalmar P. Petersen, Fróðskaparsetur Føroya, og Caroline Heycock, University of Edinburgh, hava skrivað greinina.
Greinin er um, sum heitið sigur, pseudo-koordinatión í føroyskum. Hugt verður at konstruktiónum sum: Eg standi og hugsi um Lenu, sum eitt heimildarfólk í FADAC korpusinum (Hamborg) sigur, meðan viðkomandi situr niðri. Her verður pseudo-koordinatiónin nýtt at siga frá progressivum/durativum aspekti og fyllir konstruktiónin eitt hol í føroyskum, sum ikki hevur vera að konstruktiónina, sum íslendskt.
Kannaðar eru ymiskar slíkar konstruktiónir, t.d. royn og fortel og aðrar, og mett verður um uppruna teirra. Her verður víst á, at tær eru til í føroyskum, fastlandsskandinaviskum og eisini í norðurtýskum málførum og lágtýskum, men ikki í standardtýskum.
Mett verður, at hetta er eitt úrslit av málamóti frá Hansatíðini, meðan konstruktiónirnar eru komnar inn í føroyskt úr donskum, og hava verið við til at ríka føroyskt og gjørt tað kompleksari.
Greinin kann kann bíleggjast á John Benjamins Publishing Company
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...