02.07.2013
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Qin Xin er nú professari

Qin Xin hevur verið lektari í samskiftistøkni á Náttúruvísindadeildini síðan 1. september 2011.


Í síni gransking arbeiðir Qin Xin serliga við algoritmum í tráðleysum samskiftisnetverkum. Undirvísing hansara fer fram á útbúgvingini í KT-verkfrøði á Náttúruvísindadeildini.

Ein uttanseturs metingarnevnd hevur í vár mett, at Qin Xin er skikkaður til professarastarv á Fróðskaparsetrinum. Leiðslan hevur tí eftir umsókn frá Qin Xin gjørt av at seta hann sum professara í samskiftistøkni frá 1. juli 2013.

Tú kann lesa meira um Qin Xin her