Læraraskúlin nýggj.jpg
Stór altjóða ráðstevna er í auluni á Námsvísindadeildini á Frælsinum hesa vikuna
22.06.2022
Setrið Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Quantum Geometry 2022 í auluni á Frælsinum

Í hesari vikuni, frá 20. til 24. juni, er støddfrøðiráðstevnan "Quantum Geometry 2022" í auluni á Námsvísindadeildini á Setrinum

Tað er Villum-sentrið fyri støddfrøði í kvantuteori á Institut for matematiske fag á Københavns Universiteti, sum skipar fyri ráðstevnuni í samstarvi við Gunnar Restorff, professara í støddfrøði á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Á ráðstevnuni luttaka útvið 50 granskarar ymsastaðni úr heiminum.

Endamálið við sentrinum er at geva íkast til betur at skilja kvantuteori støddfrøðiliga við serligum denti á samspælið millum kvantuevni og kvantuinformatión.

Áhugin er íblástur av hugvekjandi informatiónslutunum av kvantualisfrøði við væntandi brúki í kvantukommunikatión og í langtíðarútlitunum at byggja kvantuteldu.

Ráðstevnan skuldi upprunaliga vera í juni 2020, men er útsett vegna koronufarsóttina.

Høvið at halda ráðstevnuna í Føroyum er, at Bergfinnur Durhuus, professari fylti 70 ár.

Bergfinnur er vestmenningur, og fekk í 1976 prógv sum cand.scient. í alis- og støddfrøði á Københavns Universiteti. Aftan á ymiskt virki bæði í Danmark og í útlondum varð hann settur adjunktur á Københavns Universiteti í 1984. Í 1988 fekk hann starv sama stað sum lektari, og í 2009 varð Bergfinnur tilnevndur professari á KU, og varð fyrsti føroyingurin, sum bleiv professari í Danmark síðani Christian Matras.

Mangir føroyingar, ið hava lisið á KU kenna eisini Bergfinn, ið er kendur sum hollur undirvísari. Hann hevur altíð givið sínum studentum stóran ans - herímillum kanska serstakliga teimum føroysku studentunum, so teir skuldu kenna seg væl.

Í tíðarskeiðum hevur Bergfinnur Durhuus undirvíst okkurt skeiðið á Náttúruvísindadeildini, og mangan hevur hann eisini verið próvdómari her.

Leinki til ráðstevnuna er her.

Grein frá professaratilnevningini í 2009 er her.