Ráð teirra lesandi á Fróðskaparsetri Føroya
Ein arbeiðsbólkur við 5 lesandi av Setrinum hevur í vár orðað reglugerðina fyri Ráð teirra lesandi á Fróðskaparsetri Føroya.
Reglugerðin varð undirskrivað av rektaranum, Sigurð í Jákupsstovu og umboð teirra lesandi, Birnu Gaard tann 21. juni í ár.
Tey 5 fólkini í arbeiðsbólkinum hava verið:
- Birna Gaard, umboð teirra lesandi í Stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya
- Guðrið Poulsen, lesandi á Føroyamálsdeildini
- Vibeke á Botni, lesandi á Námsvísindadeildini
- Bergur A. Dalsgarð, lesandi á Sjúkrarøktarfrøðideildini
- Turid Christoffersen, lesandi á Søgu og samfelagsdeildini
Tíverri var einki umboð fyri tey lesandi á Náttúruvísindadeildini við.
Støðið er tikið úr gomlu reglugerðini fyri Ráð teirra lesandi á Læraraskúlanum (nú Námsvísindadeildini), sum var galdandi áðrenn nýggja bygnaðin á Fróðskaparsetrinum. Arbeiðsbólkurin hittist fyrstu ferð í februar í ár, og hava verið 5 fundir, umframt samskifti við telduposti og á einum facebook-bólki, ið varð upprættaður til endamálið.
Evstamark varð sett til á páskum 2013 og bólkurin sendi uppskotið til leiðsluna 2 vikur áðrenn páskir. Síðani hevur uppskotið verið til viðgerðar í leiðsluni, og eftir 2 fundir millum Setursleiðsluna og umboð fyri arbeiðsbólkin, har ymiskar tillagingar og útgreiningar eru gjørdar, er nú endiliga komið á mál.
Reglugerðin er breitt orðað og gevur lesandi møguleika fyri at samstarva tvørtur um deildarmørk. Tey lesandi hava møguleika fyri at gera sína ávirkan galdandi á nógvum økjum, umframt at tey eisini fáa fundarpenging.
Hesari røddini hjá teimum lesandi, sum hevur verið saknað, fara vit við hesum arbeiðinum at bjóða vælkomnari. Val til RTL (Ráð teirra lesandi) á Fróðskaparsetri Føroya verður fyriskipað seinast í september. Nærri kunning kemur um hetta seinni.
Leinki til reglugerðina fyri Ráð teirra lesandi á Fróðskaparsetri Føroya
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...