Ráð teirra lesandi havt sín fyrsta fund
Nýggja Ráð teirra lesandi hevur havt sín fyrsta fund við Setursleiðsluna, men enn mangla tvær av deildunum at velja sær umboð í ráðið
Ráð teirra lesandi er eitt týdningarmikið toymi á Fróðskaparsetri Føroya. Har sita umboð fyri lesandi, og tey hava regluligan mánaðarfund við leiðsluna á Setrinum, har mál av týdningi fyri lestrarlívið verða viðgjørd og batar gjørdir.
Mánadagin í síðstu viku hevði nýggja Ráð teirra lesandi fyrsta fund við leiðsluna, men tvær deildir hava ikki valt síni umboð enn.
Hetta eigur at gerast nú, sigur Paul Kjartan Matras, sum er royndur limur í ráðnum.
- Vit í ráðnum vilja sjálvandi umboða øll tey lesandi á Setrinum. Og tí vóna vit, at lesandi á Føroyamálsdeildini og á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi eisini vilja gerast partur av RTL, so tær deildirnar á sama hátt kunnu koma ordiligt til orðanna. Um tit vilja at stilla upp ella hoyra nærri, so kunnu tit venda tykkum til limirnar í Ráðnum ella til Facebook-brúkaran, sum eitur "Ráð Teirra Lesandi á Setrinum", sigur Paul Kjartan.
Bólkurin á facebook er her.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...