Rannvá Dam í Baianstovu
03.11.2018
Setrið Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Søgu- og samfelagsdeildin Til lesandi Lestrarskrivstovan Skriva út
Ráð teirra lesandi nýggja nevnd
Í sambandi við valið til Ráð teirra lesandi, sum var 26. oktober, hevur nevndin nú skipað seg soleiðis:
- Rannvá Dam í Baianstovu, forkvinna, umboð fyri Søgu- og samfelagsdeildina
- Sharon Sivertsen, næstforkvinna, umboð fyri Námsvísindadeildina
- Teinar Olsen, skrivari, umboð fyri Søgu- og samfelagsdeildina
- Brandur Arnoarson, kassameistari, umboð fyri Náttúruvísindadeildina
- Ingilín D. Strøm, umboð fyri Føroyamálsdeildina
Val var um umboðið á søgu- og samfelagsdeildina, har fýra stillaðu upp. Rannvá Dam í Baianstovu kom inn sum nevndarlimur og Teinar Olsen kom inn sum tiltakslimur.
Turið Christophersen valdi at taka seg aftur sum forkvinna, aftan á at at hava røkt sessin í 5 ár. Vit ynska henni alt tað besta framyvir.
Nýggir limir í nevndini eru Brandur Arnoarson og Teinar Olsen.
Umframt hetta blivu Tóri Atlason og Sveinur Heinason Rasmussen valdir at umbođa nevndina hjá Námsvísindadeildina.
Les meira um Ráð teirra lesandi HER
Á myndini frá vinstru: Brandur, Ingilín, Rannvá, Teinar og Tráin (stýrislimur) Sharon vantar á myndini.
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...