Ráð teirra Lesandi yvirtekur kantinuna á Námsvísindadeildini
28.04.2017
Altjóða Skrivstovan Føroyamálsdeildin Lestrarskrivstovan Námsvísindadeildin Náttúruvísindadeildin Setursskrivstovan Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Søgu- og samfelagsdeildin Til lesandi
Skriva út

Ráð teirra Lesandi yvirtekur kantinuna á Námsvísindadeildini

Hetta fer at bøta munandi um umstøðurnar at skapa samanhald og trivnað á Setrinum, sigur Ráð teirra Lesandi


Ráð teirra lesandi hevur gjørt avtalu við leiðsluna á Setrinum um at yvirtaka kantinuna á Námsvísindadeildini frá 1. mai 2017 at rokna. Hetta fer at bøta munandi um lestrarlívið og møguleikarnar at skipa fyri tiltøkum og aktivitetum.

- Talið av lesandi er vaksið ár um ár, og nú lesa fleiri enn 1.000 fólk á Setrinum. Millum tey lesandi hevur ynskið um góðar umstøður at savnast verið alsamt vaksandi, so hetta er eitt stórt framstig, sigur Turid Christophersen, formaður í Ráði teirra Lesandi.

Hølini verða í fyrsta umfari nýtt til Seturs-café og annað virksemi. Lesandi fáa atgongd til hølini umvegis lestrarkortið og kunnu frá fyrsta degi nýta hølini til bólkaarbeiði o.l, serliga nú fram til próvtøkurnar í summar.

Ráð teirra lesandi fer nú fram til komandi ár at flyta inn í hølini og at leggja til rættis tiltøk og aktivitetir, sum verða knýttir at hølunum. Meira verða at hoyra um hetta seinni, upplýsir ráðið.

Fyrsta tiltakið í nýggju hølunum er kortini longu sett á dagsskrá. Tað verður 4. mai kl. 14.00, tá lesandi hava møguleika at hoyra  amerikonsku sendikvinnuna Rebekah Drame greiða frá um møguleikarnar fyri skiftislestri í USA.