Ráðstevna í Norðurlandahúsinum mánadagin 18. mai
Mánadagin 18. mai bjóðar Búskaparráðið til ráðstevnu í Norðurlandahúsinum um “Haldførisavbjóðingina í føroyska búskapinum”
Í gomlum døgum við ongum veðurtíðindum hendi viðhvørt í dýrdarveðri at bátsformaður ikki gav sær far um óveðurmerki á landi ella í havsbrúnni, og tískil seinni á degi slapp at sannroyna hættisligt illveður.
Vit eru í eini støðu líkari hesari, tá tað snýr seg um metingarnar av føroyska búskapinum.
Í eini støðulýsing í 2015 er føroyski búskapurin eyðsýnt merktur av størri stødd og styrki enn nakrantíð fyrr, hóast almenni geirin gevur hall.
Hyggja vit hinvegin eini 10-20 ár fram í tíðina, og samstundis at minni eyðsýndum merkjum í føroyska búskapinum, so er eingin ivi um, at avbjóðingar liggja fyri framman, sum kunnu hótta materiellu vælferðina og vælferðarsamfelagið.
Demografiin í Føroyum er longu nú avlagað meira enn í grannalondunum, og ein uppaftur størri avlaging stendur fyri framman. Talan er um eina ovurstóra elding av búfjøldini, sum vit í høvuðsheitum ikki kunnu gera nakað við.
Hesar umbroytingar fara veruliga at trýsta almenna útreiðslustøðið uppeftir, samstundis sum almennu inntøkurnar við núverandi regluverki verri enn so kunna halda tørn. Vit kenna støðulýsingina av Føroyum í 2015 - men eitt framtíðar “status quo” sum í 2015 er als ikki ein møguleiki fyri Føroyar.
Útrokningar hjá Búskaparráðnum vísa at haldførisindikatorurin fyri almenna geiran í Føroyum er -5%. Hetta merkir, at útreiðslurnar og/ella inntøkurnar hjá almenna geiranum varandi skulu tillagast við 5% av BTÚ (sum í 2015 svarar til umleið 750 mió. kr.) fyri at nettoskuld/-ogn almenna geirans skal vera tann sama í 2051 sum í 2012.
Tað hevur skund at gera tillagingar sum mótsvar. Jú longri vit bíða, jú tyngri verður uppgávan og upptakið.
Á ráðstevnuni fáa vit vónandi varpað ljós á nøkur ivamál – og til dømis svarað nøkrum viðkomandi og alneyðugum spurningum. Sum t.d. hvør peningur skal til fyri í framtíðini at fíggja heilsuverk, fólkapensjón, heimahjálp ella røktarheim, og undir hvørjum fortreytum.
Høvuðsrøðari á ráðstevnuni er John Smidt, ið er stjóri í Danska Búskaparráðnum. Aðrir røðarar vera Jón Joensen frá Hagstovuni um stokastiskar fólkatalsframrokningar, Sverri Hansen frá Búskaparráðnum um greiningar frá haldførismyndli ráðsins, Kári Petersen frá Fígging Landsins um ætlaðu pensjónsnýskipanina, og Edvard Heen um avbjóðingar í almennaverkinum, har hann er stjóri. Orðstýrari er Malan Johansen frá Fígging Landsins.
Tilmelding fer fram á: tilmelding(at)greengate.fo
Seinasta freist at melda seg til er mikudagin 13. mai. Kostnaðurin er 200 kr. og skal flytast á kto. 6460 1631634, viðmerk “BSR og 'navn á luttakara'".
Skrá fyri ráðstevnuna og frágreiðing ráðsins frá vári 2015 við haldførislýsing kan takast niður her.
Tak niður frágreiðingar frá 2015:
- Búskaparfrágreiðing várið 2015 (.pdf)
- Týðing til danskt av kap. II í Búskaparfrágeiðingini 1. mars 2015 (útrokning búskaparráðsins av fíggjarliga haldførnum) (.pdf)
Spurningar til ráðstevnuna ella frágreiðingina eru vælkomnir. Set teg í samband við formannin í Búskaparráðnum, Sverra Hansen, á tlf. 00299-554132.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...