Kolonialitetur og list.png
10.02.2023
Setrið
Skriva út

Ráðstevna: Kolonialitetur og list

3. mars klokkan 10:00 verður ókeypis ráðstevna í Norðurlandahúsinum, sum kallast Kolonialitetur og list í einum tvørmentanarligum samanhangi

Hvussu gera vit av, hvar Føroyar skulu vera í søguliga kjakinum um kolonialismu, og hvussu skilja vit ávirkanina av kolonialiteti í nútíðarhøpi?

Tann 3. marts skipa fólk frá granskingarverkætlanini "The Art of Nordic Colonialism" fyri ráðstevnu í Norðurlandahúsinum um kolonialitet og list í einum tvørmentanarligum samanhangi.

Á ráðstevnuni luttaka myndlistafólk, filmsfólk, rithøvundar, kuratorar og granskarar, ið fara at hava framløgur um sítt arbeiði og taka lut í samrøðum um listaligt virksemi, at arbeiða við landslagi, film sum miðil og listaframsýningar.

Endamálið við ráðstevnuni er at varpa ljós á átrokandi evni, ið knýta seg at teimum samanflættaðu sambondunum í norðurlendskari kolonialismu og teirra áhaldandi ávirkan á samfeløg og millumtjóðasambond í dag.

Stigtakararnir hava valt at nýta Føroyar sum útgangsstøði fyri at rudda slóð fyri nýggjum sambondum og samrøðum um, hvussu kolonialitetur ger seg galdandi frá ymiskum føroyskum, grønlendskum og øðrum norðurlendskum sjónarhornum.

Luttakarar: Nivi Christensen, Kalpana Vijayavarathan, Bart Pushaw, Malan Marnersdóttir, Nina Cramer, Kim Simonsen, Aka Hansen, Laila Mote, Beinir Bergsson, Vár Eydnudóttir, Anna Vestergaard Jørgensen, Kinna Poulsen, Isabelle Gapp og Jóhan Martin Christiansen.

Skráin verður kunngjørd seinni.

Tiltakið fer fram á enskum.

Tekna teg til ráðstevnuna við at skriva til avj@cc.au.dk.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Ráðstevnan er stuðlað av Carlsbergfondet, Novo Nordisk Fonden, Ny Carlsberg Fondet og Norðurlandahúsinum í Føroyum