Ráðstevna: Matvit og burðardygd
Hetta vikuskiftið verður Norðurlandahúsið karmur um ráðstevnuna Matvit, har høvuðsevni verður, hvussu vit røkka burðardyggum matsjálvbjargni
Ráðstevnan Matvit sprettur úr viljanum til at skapa vitan og kjak um, hvussu vit røkka burðardyggum matsjálvbjargni, skriva fyriskipararnir.
Granskingarráðið og Búnaðargrunnurin hava veitt stuðul til ráðstevnuna.
Spurningurin um at vera sjálvbjargin við mati hevur kanska ongantíð verið so aktuellur sum nú. Veðurlagskreppan, alheimsfarsóttin og nú kríggið í Ukraina eru greið dømi, um hvussu stóran týdning tað hevur, at okkara matskipan verður meira sjálvberandi.
Á ráðstevnuni hetta vikuskiftið verður sjóneykan sett á burðardygd í landbúnaðinum, og í hesum sambandi hevur tað stóran týdning, at taka útgangsstøði í tí veruleika, sum bøndur og onnur, ið fáast við landbúnað, liva og virka í, og í tí vitan og teimum royndum, sum hesin samfelagsbólkur hevur um evnið.
Umframt kveikjandi framløgur og pallborðsfund verður eisini skipað fyri verkstovum, har útvald evni verða viðgjørd, ið eru viðkomandi fyri kjakið um burðardygd í landbúnaðinum, og sum hava almennan matpolitiskan áhuga.
SKRÁ:
Fríggjadagur 8. apríl
14:00 Hvat er Matvit?, Elisabeth Skarðhamar Olsen, ph.d. granskari í burðardyggum matskipanum og Matvit fyriskipari
14:10 Food as the accelerator for a sustainable Faroe Islands and Nordic region, Bettina Lindfors, verkætlanarleiðari fyri Ny Nordisk Mad og samskiftisráðgevi í burðardyggum matskipanum hjá Norðurlandaráðnum
14:40 Regenerating our farms for future food security in a changing global climate, Anders Lerberg Kopstad, norskur bóndi, ráðgevi og høvuðsundirvísari í regenerativum landbúnaði í Norðurlondum hjá Savory Institute
15.10 Steðgur
15:30 Ein burðardygg matvinna, Magnus Rasmussen, Landstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum
15:45 Matvørusjálvbjargni í Føroyum og øðrum smásamfeløgum í Norðurlondum, Tróndur Leivsson, stjóri á Búnaðarstovuni
16:00 Matfeingið í Føroyum søguliga, Jóan Pauli Joensen, professari (emeritus), Fróðskaparsetur Føroya
16:15 Lendisnýtsla, vistskipanartænastur og sjálvbjargni í Føroyum, Ragnheiður Bogadóttir, lektari, Fróðskaparsetur Føroya
16:30 Kjak
17:00 Liðugt
--
19:00 Filmur: Food for the Rest of Us (2021). Atgongumerki krevst til filmin og kann keypast á nlh.fo.
Leygardagur 9. Apríl
9:00 Verkstova: Regenerativt beiti - til verka saman við náttúruni
Verkstova við Anders Lerberg Kopstad um regenerativa beitisnýtslu og ráðleggingaramboðið “Holistic Management”. Verkstovan er serliga ætlað bóndum og øðrum, ið fáast við og/ella hava áhuga í seyðahaldi og aðrari nýtslu av beitislendi. Les meira og melda teg til her.
12:00 Steðgur - vit bjóða døgurða til luttakararnar á verkstovuni um regenerativa beitisnýtslu.
13:00 Fyrilestur: Lutalandbúnaður? Godis Grønt deilir vitan um “Community Supported Agriculture"
Seinastu árini er framleiðslu- og søluleisturin, “Community Supported Agriculture” (CSA), vorðin alsamt meira umtóktur í okkara grannalondum - serliga innan grønmetislandbúnað. Ein framleiðari frá Godis Grønt greiðir frá royndunum, sum tey hava, við CSA landbúnaði í Danmark.
13:55 Steðgur
14.15 Verkstova: Hvat er ein umhvørvisvinalig landbúnaðarvøra í Føroyum?
Verkstova við Elisabeth S. Olsen, har vit í felag - framleiðarar og keyparar - allýsa nøkur sereyðkenni fyri eina føroyska landbúnaðarvøru, sum er umhvørvisliga burðardygg.
15.40 Steðgur
16.00 Pallborðsfundur: Matsjálvbjargni við fyriliti fyri menniskjum, djórum og náttúru
Vit viðgera niðurstøðurnar frá verkstovuni, “Hvat er ein umhvørvisvinarlig landbúnaðarvøra í Føroyum?”, og spyrja víðari: “Hvussu kunnu vit styrkja matsjálvbjargnið í Føroyum á ein hátt, har staðbundni matbúskapurin ber seg bæði fíggjarliga og umhvørvisliga?"
17:00 Liðugt
Ráðstevnan er fyriskipað av Matvit í samstarvi við Norðurlandahúsið. Matvit er ein áhugabólkur, ið arbeiðir fyri matsjálvbjargni. Granskingarráðið og Búnaðargrunnurin hava veitt fíggjarligan stuðul til tiltakið.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...