Ráðstevna um burðardygg norðurlendsk kampus
27. og 28. oktober verður Fróðskaparsetur Føroya vertur fyri norðurlendskari ráðstevnu um burðardygg norðurlendsk kampus
27. og 28. oktober verður Setrið vertur fyri norðurlendskari ráðstevnu um burðardygg universitets-umhvørvi ella sokallað kampus. Ráðstevnan leggur serliga dent á fyrireikingar í samband við uppbygging av nýggjum kampus-øki, eitt nú hvussu Fróðskaparsetrið, almennir stovnar og vinnuligir aktørar kunnu ganga á odda við menning av grønari bygging og grønum rakstri.
Lau Øfjord Blaxekjær, sum er ein av fyrireikarunum sigur, at veðurlagsbroytingarnar seta alt meiri spurningin um burðardygd á dagsskránna innan øll samfelagsøki, eitt nú í universitetshøpi. Hugtakið um burðardygd byggir eisini á ta fatan, at tað er umráðandi, at hava brúkararnar og onnur viðkomandi við, t.d. tá ið bygt verður.
Saman við áhugaðum og umboðum frá lærustovnum úr Norðurlondum miðar Fróðskaparsetrið eftir, at ráðstevnan verður karmur um eitt konstruktivt orðaskifti um framtíðarmøguleikar, burðardygd, læring og samstarv.
Sí annars dagføringar um røðarar, tilmeldan og skrá annars her.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...